Fáið nú meistaraútbúgvingina við í byggilóggávuna

Løggilding av handverksmeistarum skal tryggja góðskuna í byggiverkætlanum

 

- Meistaraútbúgving eigur at vera krav, tá fyritøka bjóðar seg fram á marknaðinum. Hetta eigur at vera partur av nýggju lóggávuni innan bygging, soleiðis at tann sum byggir, fær enn betri trygd fyri, at bygt verður sambært reglunum, segði Magnus Magnussen, formaður í Føroya Handverksmeistarafelag við KVF, í samband við, at nýggja byggireglugerðin endiliga skal kunngerast.

 

Sambært formanninum tekur felagið eisini fult undir við at tað verður strammað upp vð standardum og trygd í nýggju lógini.

 

Vinnuhúsið heldur, at tað er neyðugt at seta á stovn eina meistarútbúgving, sum kann tryggja øllum meistarum eina løggilding. Ætlanin við meistaraútbúgvingini er, at hon skal vera eitt krav í amband við løggilding fyri handverksmeistarar, sum liva av at byggja fyri onnur.

- Um onkur ynskir at byggja síni egnu hús, skulu tey sjálvandi hava rætt til tað undir egnari ábyrgd. Men tá ein fyritøka byggir fyri ein kunda, eigur kundin at fáa vissu fyri, at handverksmeistarin er løggildur. Ein løggilding skal kunna fáast við at taka eina meistaraútbúgving, umframt at hava viðkomandi royndir á økinum, sigur Vinnuhúsið og vísir á, at í Noregi og í Íslandi er ein meistaraútbúgving (ella samsvarandi útbúgving) eitt krav fyri at bjóða seg fram sum handverksmeistara.

 

Vinnuhúsið vísir á, at um okkurt gongur galið í byggingini, kann tað fáa stórar avleiðingar fíggjarligar avleiðingar fyri ánaran.

- Hóast tær flestu byggiverkætlanirnar eru væleydnaðar, eru tíverri eisini fleiri dømi um, at tað ikki gongur eftir vild. Ikki minst tá talan er um óseriøsar byggifyritøkur, sum ikki hava royndir ella førleikar at stýra einari byggiverkætlan ella einari fyritøku. Endamálið við løggildingini er at minka um váðan fyri, at byggiverkætlanir miseydnast, skrivar Vinnuhúsið og sigur víðari, at tí eigur tað at vera eitt krav, at tann, sum stendur fyri byggjarínum hevur førleikarnar at stýra fyritøkuni og byggjarínum, og kennir til ábyrgdina viðkomandi hevur í mun til m.a. byggireglugerðina.