Føðideildin: Eitt dýrt stríð

Tað hevur verið ein dýrur umgangur hjá Landssjúkrahúsinum at manna føðideildina við vikarum

Avgerðin hjá Johnny í Grótinum, sjúkrahússtjóra, at broyta leiðslubygnaðin á føðideildini á Landssjúkrahúsinum frá 1. apríl av, er nú enda sum ein dýr rokning hjá Landssjúkrahúsinum.


Sambært Kringvarp Føroya, so hevur tað kostað Landssjúkrahúsinum, og harvið skattaborgarunum, eina knappa millión at manna føðideildina við vikarum fyri sjúkrameldaðu ljósmøðurnar.


Tilsamans hevur Landssjúkrahúsið sent boð eftir 24 avloysarum, ið hava kostað sjúkrahúsinum 879.906 krónur tilsamans. Tað vísa skjøl hjá Landssjúkrahúsinum, ið Kringvarpið hevur fingið innlit í.


Neyðugt hevur verið at sett vikarar eftir, at ljósmøðurnar, í kjalarvørrinum av broytingini í leiðslubygnaðinum, beinanvegin gjørdu greitt, at tær ikki tóku undir við broytta bygnaðinum. Harumframt ávaraðu tær um, at nýggi bygnaðurin fór at føra til ótolandi arbeiðsumstøður.


Av teimum 20 ljósmøðrunum, ið antin eru í fastum starvi ella eru fastir avloysarar, eru 17 teirra sjúkrameldaðar.