- Fáir kjansir og tvey mál til teir

Soleiðis tók Skála-venjarin, John Petersen saman um, tá hann tosaði við Útvarpið eftir dystin ímóti B36.

- Hetta er ein dystur, sum koyrir næstan í tómgongd. Bæði liðini hava rímiliga gott spæl fram eftir vøllinum, men so hendir ikki meir. Her eru eingir kjansir í dystinum - kanska ein og tveir til hvørt liðið – og teir fáa tvey mál.

John helt tað eisini leiðslumálið hjá B36 vera rættiliga keðiligt.

- Tað er sjálvandi keðiligt at tapa ein slíkan dyst, og serliga keðiligt er tað eisini, at vit annað vikuskiftið á rað fáa mál ímóti okkum frá sera stórum avstandi.