ÍF kendi ikki sína vitjunartíð

Fuglfirðingar eru vónbrotnir. Eftir at teir á heimavølli í kvøld vóru greitt omaná í 1. hálvleiki, taptu teir at enda 2-0 ímóti norðurírska Linfield.

 

Gestirnir tóktust sera troyttir í 1. hálvleiki, tá ið ÍF spældi væl og hugflogsríkt. Ari Ó. Ellingsgaard var sera væl upplagdur á fremsta miðvallarplássinum, og Øssur Dalbúð, sum í dag var fremsti maður, var fleiri ferðir tætt við. Jan Ó. Ellingsgaard var tvær ferðir tætt við, tá ið hann royndi seg úr góðari støðu, men tað segði tað sama.

 

Eftir steðgin mentust gestirnir, meðan ÍF ikki var so væl við. Tað sást, at onkrir av heimamonnunum ikki hava so nógva dystarvenjing, og tað sást, at semiprofessionellu norðurírarnar orkaðu meiri, hóast teir eftir summarsteðgin bara hava vant í tvær vikur og ikki skulu spæla í landskappingini fyrrenn 10. august.

 

Helgi L. Petersen,sum í kvøld var viðmerkjari á Rás2, har Tróndur Arge segði frá dystinum, helt, at um ÍF var fullmannað í kvøld, so hevði tað verið rættuliga sannlíkt, at fuglfirðingar høvdu vunnið í kvøld.

 

ÍF-Linfield 0-2 (0-0)

Á Tórsvølli 3. juli 2013 kl. 19.45

Dómarakvartett úr Litava: Aleksandrs Anufrjevs, Aleksejs Spasjonnikovs, Tomans Platonovs og Aleksandrs Golubevs

0-1: Andrew Waterworth 68.

0-2: Philip Lowry 74.

ÍF: Hallgrímur Gregersen Hansen - Fritleif í Lambanum, Bartal Eliasen, Bogi Reinert Petersen, Jan Ó. Ellingsgaard - Heri Nesá, Høgni Madsen (Arnhold Kristiansen, 90.) - Hanus Thorleifsson (Aloeksandar Jovevic, 28.), Ari Ó. Ellingsgaard, Nenad Saric (Jákup Johansen, 73.) - Øssur Dalbúð

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Jákupsson Hjerrild, P. Petersen, Toftegaard

Gult kort: Bartal Eliasen, Bogi Reinert Petersen, Øssur Dalbúð

Linfield: Tuffey - A. Burns, Erwin, B. Burns, Clarke - McCaul (Mulgrew, 60.), Gault, Knowles - Waterworth (Lowry, 71.) - Tipton (Thompson, 64.), Carwill

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Ross Glendinning, Armstrong, Quinn, McAllister

Gult kort: Gault, B. Burns

 

 

LIÐUGT

0-2

 

90+2) 0-2

Øssur Dalbúð roynir seg við skoti, sum verður blokerað.

 

3 minuttir lagdir aftrat.

 

90) 0-2

Høgni Madsen stýrir við høvdinum bóltin á stólpan, eftir at Ari Ó. Ellingsgaard hevði lagt fríspark innfyri.

Høgni Madsen fer av vøllinum, og Arnhold Kristiansen er komin inn í staðin.

 

87) 0-2

Øssur Dalbúð hevur sæð gult eftir roynd at temja og so takling.

 

85) 0-2

Tað er í løtuni meiri sannlíkt, at Linfield skal økja um leiðsluna, enn at ÍF skal minka um munin. Hjá fleiri ganga orkan og sjálvsálitið undan.

 

82) 0-2

Bogi Reinert Petersen hevur sæð gult, tá ið hann bjargaði eftir góðan møguleika. Hallgrím G. Hansen bjargaði væl, tá ið frísparkið kom innfyri.

 

80) 0-2

Tað tykist ikki sum um, at ÍF skal reisa seg. Hetta kennist sum stórt vónbrot, tí serliga í 1. hálvleiki var ÍF leikliga greitt omaná.

 

75) 0-2: Philip Lowry 74.

Nú er illa vorðið. Innskifti Lowry sneiddi seg leysan eftir at Carvill hevði spælt hann leysan, og ÍF er á veg úr europeisku kappingini. Fuglfirðingar tykjast at vera troyttir.

Philip Lowry er komin á vøllin í staðin fyri Waterworth.

Jákup Johansen er komin á vøllin í staðin fyri Nenad Saric. Ari Ó. Ellingsgaard er farin út í vinstru, og Jákup Johansen er í álopinum undir liðini á Øssuri Dalbúð.

 

70) 0-1: Andrew Waterworth 68.´

Linfield hevur lagt seg á odda. Verjuspælið hjá ÍF er ikki sannførandi, og eftir at hann hevði vunnið bóltin eftir langa framlegging, sneiddi Andrew Waterworth seg leysan og skoraði.

Stutt frammanundan hevði Jamie Mulgrew góða roynd. Í fyrra førinum hálvbjargaði Hallgrím G. Hansen meistarliga, og í seinna førinum taklaði verjan út til horna. Hetta mundi vera størsti møguleikin higartil.

 

Málskjúttin Andrew Waterworth er á veg av vøllinum, tí hann er skaddur.

 

65) 0-0

ÍF hevur nú orduliga leikliga yvirvág. Eftir innlegg og stútara frá Øssuri Dalbúð hevur Jan Ó. Ellingsgaard roynt seg ímóti málinum, men úr sjey metra fjarstøðu fór bólturin framvið - góður møguleiki.

Knowles er farin av vøllinum, og Thompson er komin inn.

 

60) 0-0

Linfield er lítið sannførandi í verjupartinum, og nú hevur Øssur Dalbúð havt risa møguleika, eftir at deyðamóði Gault klossaði bóltin burtur, og Jan Ó. Ellingsgaard legði innfyri.

Brian McCall er farin av vøllinum, og Jamie Mulgrew er komin inn.

 

55) 0-0

Tað gongur illa hjá Høgna Madsen at leggja neyva fríspørk í brotsteigin, har Bartal Eliasen bíðar.

Andrew Waterworth hevur havt stóran møguleika, eftir at hann sneiddi seg leysan, men Hallgrím G. Hansen bjargaði meistarliga. Ikki sannførandi verjuspæl hjá ÍF!

 

50) 0-0

Bartal Eliasen hevur sæð gula kortið fyri fríspark.

 

46) 0-0

Ongar broytingar eru gjørdar. Teir somu, sum fóru av vøllinum, eru komnir aftur á vøllin.

 

HÁLVLEIKUR

0-0

Burtursæð frá lítlari løtu so hevur ÍF verið greitt omaná. Fuglfirðingar kennast vera í nógv betri dystarvenjing, og hetta er ein dystur, sum ÍF eigur at vinna!

 

1 minuttir lagdur aftrat.

 

45) 0-0

Longu frammanundan hevur annar miðverjin sæð gult, og nú hevur hin miðverjin, B. Burns, sæð gula kortið. Tað gjørdi hann, tí hann - eftir at dómarin hevði bríkslað - sendi bóltin í málið eftir deyðbóltsstøðu.

Eftir langa og høga sending royndir Tipton seg, men tíbetur rakar bólturin á Hallgrím G. Hansen. Størsti møguleikin hjá Linfield!

 

40) 0-0

Ari Ó. Ellingsgaard hevur spælt Øssur Dalbúð leysan, og tað var um reppið, at tað gjørdist vandamikið. Liðformaðurin Gault, sum longu hevur sæð gula kortið, kennist vera um ein háls ímóti Øssuri Dalbúð.

 

 

35) 0-0

Fuglfirðingar vísa stórt sjálvsálit í samanspælinum, og Linfield liðið kennist ikki serliga sannførandi. Fleiri av spælarunum tykjast ikki at vera í venjingarstøðu, sum kann bera vandamiklar støður við sær!

Áskoðararnir hoyrast væl, hóast teir ikki eru so nógvir.

 

30) 0-0

Høgni Madsen leggur fríspark innfyri, men tað spyrst einki burturúr. ÍF hevur aftur ment seg.

Hanus Thorleifsson er farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Aleksander Jovevic. Hetta kemur illa við hjá ÍF, sum ikki hevur so stinnan bonk í dag. Heri Nesá fer í høgra borð, og Aleksander Jovevic er komin inn á sentralt miðvallarpláss.

 

25) 0-0

Waterworth fór um koll uttarlaga í brotsteiginum eftir nærdyst við Bartal Eliasen. Hetta luktaði av brotssparki, men dómarin tagdi.

Báðir teir skaddu menninir eru komnir inn aftur á vøllin. Fritleif í Lambanum er innbundin um høvdið.

Linfield hevur ment seg nógv, og eftir horna var um reppið, at bólturin varð stútaður í málið úr fýra metrum, men Hallgrím G. Hansen bjargaði.

Hanus Thorleifsson tykist darvaður av skaða, og Aleksandr Jovevic hitar upp.

 

20) 0-0

Linfield er kroyst aftur á vøllin, og ÍF hevur gott tak á. Miðverjin Gault hevur sæð gult eftir at hava rent Øssur Dalbúð um koll, og stutta løtu seinni fer Øssur aftur um koll, tá ið hann verður feldur, men tað helt dómarin ikki, og tí varð einki fríspark og einki gult kort.

Fritleif í Lambanum og Bogi Reinert Petersen liggja, eftir at teir rendu saman í luftdysti.

Báðir bløða og eru tískil uttanfyri vøllin.

 

15) 0-0

Fuglfirðingar koyra á, og teir hava fyrsta korterið verið leikliga omaná.

Nenad Saric hevur snilt spælt Jan Ó. Ellingsgaard, sum royndi seg úr spískum. Øssur Dalbúð var í góðari støðu mitt fyri málinum. Skotið hjá Jan varð blokerað út til horna, men tað sá dómarin ikki.

Øssur Dalbúð er stinnur í høvuðspælinum ímóti stóru norðurírunum, og Ari Ó. Ellingsgaard, sum er mest framrættaði miðvallarin er sera væl upplagdur.

 

 

10) 0-0

ÍF hevur lagt bragdliga fyri. Ari Ó. Ellingsgaard sneiddi framvið fleiri, áðrenn hann varð steðgaður óregluliga, men frísparksinnleggið var ikki nóg neyvt til at Bartal Eliasen kundi røkka bóltin.

Linfield hevur havt eitt vandamikið fríspark, men einki spurdist burturúr.

 

5) 0-0

ÍF hevur havt fyrsta møguleikan. Høgni Madsen legði fríspark innfyri, bólturin kom út aftur til Bartal Eliasen, sum legði iunnfyri aftur, og Øssur Dalbúð var akkurát ov stuttur at stýra bóltin í málið.

 

1) 0-0

Linfield hevur givið bóltin upp.

 

 

ÍF verjir í 1. hálvleiki norðara málið.

 

Líkindini eru góð til altjóða fótbólt á Tórsvølli. Sólin sær, og lotið bilar ikki nakað serligt, nú spælararnir gera seg klárar at hita upp. Fyrsta bríkslið verður klokkan 19.45.

Albert Ellefsen, venjari hjá ÍF, hevur mannað sítt lið soleiðis, sum tað fyri trimum tímum síðani varð roknað við her á portalinum:

ÍF: Hallgrímur Gregersen Hansen - Fritleif í Lambanum, Bartal Eliasen, Bogi Reinert Petersen, Jan Ó. Ellingsgaard - Heri Nesá, Høgni Madsen - Hanus Thorleifsson, Ari Ó. Ellingsgaard, Nenad Saric - Øssur Dalbúð

Á beinkinum: Aleksandar Jovevic, Jákup Johansen,

Linfield: Tuffey - A. Burns, Erwin, B. Burns, Clarke - McCaul, Gault, Knowles - Waterworth - Tipton, Carwill

 

Dánjal á Lakjuni, sum í vikuskiftinum flutti aftur til ÍF, er ikki tøkur í sambandi við dystirnar ímóti Linfield í kvøld og um eina viku.

 

Dómarakvartettin er úr Litava: Aleksandrs Anufrjevs, Aleksejs Spasjonnikovs, Tomans Platonovs og Aleksandrs Golubevs.

 

 

Undan dystinum

Í kvøld klokkan 19.45 verður fyrsta bríkslið á Tórsvølli, har ÍF í kvøld fer at royna seg ímóti norðurírska Linfield.

 

Einki er at ivast í, at mótstøðan hjá ÍF verður ivaleysa stór. Talan er um størsta felagið í Norðurírlandi. Teir plaga at vinna meistaraheitið. Hesa ferð eru teir ikki við í undandystunum til meistarakappingini. Tað kemst av, at kappingarárið í fjør ikki var nakað serligt hjá teimum sammett við, hvussu tað plagar at vera.

 

ÍF venjarin Albert Ellefsen er ikki dapurskygdur, hóast fleiri at stuðulsspælarunum hjá honum eru burturstaddir í summarfrí. Talan er um málverjan Jákup Mikkelsen, Poul N. Mikkelsen, Leiv Joensen og um Clayton Soares.

 

-Vit hava góða breidd á liðnum, og í kvøld sleppa teir at royna seg millum teir fyrstu ellivu, sum ofta sita á beinkinum og koma inn. At vit hava staðið okkum so væl í landskappingini er m. a. orsaka av, at vit hava havt góðar spælarar at seta inn, tá ið aðrir hava verið skaddir ella leikbannaðir, so eg havi álit á, at vit fara at standa okkum. Men tað er eingin ivi um, at talan verður um stóra avbjóðing, staðfestir Albert Ellefsen.

 

Tað er greitt at Hallgrím Gregersen Hansen verður í ÍF málinum í kvøld. Bartal Eliasen er generalur í miðverjuni. Saman við honum verður ivaleyst Bogi Reinert Petersen . Á høgra vongverja verður helst Fritleif í Lambanum. Jan Ó. Ellingsgaard verður vinstri vongverji. Á verjukendu miðvallarplássunum er mest sannlíkt at tað vera Høgni Madsen og Heri Nesá. Hanus Thorleifsson og Nenad Saric vera í hvør sínum borði, og Ari Ó. Ellingsgaard verður aftanfyri Øssur Dalbúð, sum verður fremsti maður.

 

Í fjør spældi Linfield seg víðari í meistarakappingini eftir tveir málleysar javnleikir og brotssparkskapping ímóti B36.

 

-Vit kenna ikki so nógv til einstøku spælararnar, men talan er um klassiskt bretskt lið í 4-4-2 uppstilling: tveir stórar miðverjar, tveir stórar álopsspælarar, skjótar menn í borðunum og góðar bóltspælarar á miðvøllinum. Tað eru tvær vikur síðani, at teir fóru undir aftur venjingarnar, eftir at teir hava verið í summarfrí. Teir eru semiprofessionellir, og harvið eigur støðið at vera eitt sindur hægri enn hjá okkum, so vit skulu spíla okkum út, og tað ætla vit at gera, sigur Albert Ellefsen.