Fuglfirðingar vóru ógvuliga vónbrotnir, tá ið dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð, og tað var rimmarfast, at EB/Streymur hevði vunnið steypafinaluna 3-0 ímóti ÍF.
ÍF spælararnir kendu seg at hava spælt upp til sigursharrarnar. Teir harmaðust um, at tað ikki hevði eydnast teimum at fáa úrtøku burtur úr stórum málmøguleikum, og samstundis vóru teir ikki nøgdir við avgerðirnar, sum dómarin tók í tveimum støðum, ið vístu seg at hava avgerandi týdning.
Onnur støðan var tíðliga í 2. hálvleiki, tá ið Bartal Eliasen stýrdi innleggi úr høgru í málið. Fuglfirðingar hildu, at teir høvdu javnað til 1-1, men dómarin kolldømdi fyri rangstøðu.
Fuglfirðingar vóru ikki nøgdir við dómin, og viðmerkjararnir ásannaðu, at talan hevði verið um sera tepra støðu.
Løtu seinni økti EB/Streymur til 2-0 við brotssparki. Leif Niclasen sneiddi framvið Jákupi Mikkelsen eftir geniala sending frá Daniel Udsen, sum umsetti brotssparkið til mál.
Helgi L. Petersen, viðmerkjari á Rás2, ivaðist um støðuna, sum hann metti vera tepra:
Leif Niclasen fór framvið Jákupi og datt. Um Jákup tók í beinið á honum, so er tað brotsspark, staðfesti Helgi L. Petersen, sum sammetti sendingina frá Daniel Udsen við tær hjá Ronaldinio.
ÍF málverjin, Jákup Mikkelsen, var als ikki samdur í útleggingini hjá dómaranum:
- Vit vóru sera væl við, og tað var henda støðan, sum avgjørdi dystin. Eg tveitti meg og fekk hendurnar á bóltin. Tí er tað ikki brotsspark. At spælarin síðani datt er nakað annað, sum tað ikki eigur at verða dømt fyri. Henda avgerðin hjá dómaranum var avgerandi fyri, at vit taptu, staðfesti landsliðsveteranurin, sum hevur roynt eitt sindur av hvørjum.
- Fyri okkum var hetta stórt vónbrot. Vit hava lagt nógv í hesa finaluna. Í landskappingini liggja vit illa fyri, so hetta var møguleikin hjá okkum at sleppa út í Europa næsta ár.
Sigurin ber við sær, at EB/Streymur undir øllum umstøðum hevur tryggjað sær rættin at spæla í europeiskari kapping næsta ár. Um EB/Streymur eisini vinnur FM, so fær ÍF rættin at luttaka í europeisku kappingini.