Abraham Løkin, sum leygardagin stóð á odda fyri fuglfirðingum, staðfestir, at ÍF lærdi nógv av dystinum móti B36.
- Vit gjørdust kanska bilsnir av leikferðini, sum er í Formuladeildini. Vit kunnu ikki gera somu mistøk, sum tá tú spælur í næstbestu deildini. Tað lærdu vit, og tað royna vit fyrst og fremst at hugsa um, sigur Abraham Løkin.
Hvussu sást tú reyða kortið hjá Aleksander Jovevic? - var avgerðin hjá Peturi Reinert røtt?
- Ja, eg sá einki galið. Jovevic steðgar fyrst einum mótstøðumanni, áðrenn hann sendir Hanus Thorleifsson í grasið. Tað var til tvey gult kort, so eg skal ikki mótmæla. Vit fáa eisini heili sjey gul kort, og tað sær út av sera nógvum. Men eg merkti ongan ørskap á leikararunum.