Upptakt
Síðani seinasta vikuskifti hevur tað mest sum verið ein staðfesting í flestu feløgum, at HB fer avstað við meistaraheitinum.
Í havnarfelagnum sjálvum vilja tey tó ikki hoyra slíkt tos enn. Tað resta framvegis seks dystir, og teir skulu eisini geva stig, um triðja gullið á rað skal gerast veruleiki, eru boðini úr HB, har teir sum vant fyrireika seg til dystin móti ÍF.
Hesaferð er Rógvi Jacobsen tó ikki við. Toppskjúttin fekk triðja gula kortið í Vági seinast og er tí leikbannaður. So er spurningurin, hvønn Heine Fernandez setir afturat sær sjálvum í HB álopi. Møguleikarnir eru í øllum førum nógvir, og hartil kann eisini hugsast, at talan verður um eina 4-3-3 uppstilling, har Heðin á Lakjuni og Jákup á Borg verða fluttir longur niðan á vøllin.
Fílabeinsbúgvi og argentini
Í ÍF ásanna tey sum vera man, at talan er um trupla uppgávu, men tað er einki at ivast í, at talan eisini verður um spennandi uppgávu. Ikki minst tí tað loksins eydnaðist at fáa leikloyvi til teir báðar útlendingarnar, sum felagið hevur leigað.
Talan er um nakað so eksotiskt sum ein álopsleikara av Fílabeinsstrondini, sum eitur Sylla Amed Davy og argentinumannin, Gunnar G. Nielsen. Sylla verður sagdur at vera sterkur álopsleikari, meðan Gunnar er ein framrættaður miðvallari við góðum tekniskum dygdum. Sum navnið bendir á, so hevur hesin Gunnar eisini danska røtur, men Guillermo-millumnavnið prógvar, at talan eisini er um argentinskt íslett.
Hartil hava fuglfirðingar nú Bartal Eliasen tøkan, eftir at hann sat leikbann av sær seinast, og einasti missurin verður sostatt Jan Guttesen, sum nú aftur er farin til Danmarkar.