Fólk í Dali mugu brynja seg við toli

Og sum støðan er nú, eru ikki útlit fyri, at Fámjiningar fáa tunnil í bræði

Verður arbeitt, sum landsstýrið ætlar, fer tað at taka eini átta, ella 10 ár at gera tunnil til Dals. Og sum støðan er nú, verður tað ikki í bræði, at fámjiningar fáa tunnil.

Nú er eitt tunlasjakk skipað undir Landsverki við tí endamáli at gera tunlar til smærri bygdir. Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, ætlaði, at tunnilin til Fámjins skuldi vera tann fyrsti tunnilin, hetta sjakkið skuldi gera. Men Løgmaður hevur tikið hann av ræði, og hevur gjørt av, at tunnilin til Dals skal vera tann fyrsti. 

Og tá ið fíggjarlógin varð lagt fram í morgun, stendur, at Dalstunnilin er ein verkætlan, farast skal undir næsta ár, men tunnilin til Fámjins verður ikki tikin upp á tungu. Samstundis staðfesti Kristina Háfoss, landstýriskvinna í Fíggjarmálum, at Løgmaður hevur gjørt av, at tunnilin til Dals skal gerast, áðrenn tunnilin til Fámjins.

Landsverk hevur boðað frá, at tað tekur trý ár at bora tunnilin til Dals, umframt eitt ár til at asfaltera, og at gera hann heilt lidnan.

Men fortreytin fyri tí, er, at játtanin til tunlasjakkið verður 20 milliónir um árið, sigur Armgarð Steinhólm leiðari á deildini fyri infrakervi hjá Landsverki, við Sosialin í dag.

Hon sigur, at verður játtanin 20 milliónir um árið, kann tunlasjakkið arbeiða alt árið í vanligari arbeiðstíð, og so klárar tað at bora 750 metrar av tunli um árið. Tunnilin til Dals er 2200 metrar, so tað tekur trý ár at bora hann, sigur hon við Sosialin.

Men eftir fíggjarlógini ætlar landsstýrið bara at seta sjey milliónir krónur av til tunlasjakkið næsta ár. Sostatt fer tað at taka tríggjar ferðir so langa tíð at gera tunnilin til Dals, ella eini 10 – 12 ár.

Hinvegin vísti Kristina Háfoss á í morgun, at ætlanin er at fáa Løgtingið at hækka játtanina til tunlasjakkið upp í einar 12 milliónir næsta ár. Verður tað úrslitið, kann tunlasjakkið borað einar 400 metrar um árið, og so skal asfaltering og annað gerast. Sostatt fer tað at taka eini sjey ella átta ár at gera tunnilin

Alt eftir um tað eydnast at fáa Løgtingið at hækka játtanina til tunlasjakkið upp í 12 milliónir, ella ikki, kann tað taka alt frá 7 – 12 ár at gera Dalstunnilin.

Skal tað hinvegin eydnast at gera Dalstunnilin upp á fýra ár, sum Landsverk nevnir, skal munandi meiri ferð setast á arbeiðið, tí so mugu 20 milliónir játtast til endamálið. 

Men sum útlitini eru nú, eru tað samstundis smá útlit fyri at Fámjiningar fáa sín tunnil í bræði. Tann tunnilin tekur trý ár at gera, men fortreytin er framvegis, at 20 milliónir verða settar av til endamálið um árið, –  øll árini.