Fólk frøast um Eyvind

List, gomul minni og familja vóru í hásæti, tá framsýning við verkum eftir Eyvind Dalsgaard læt upp

Dalsgaard slagið er sermerkt fólkaslag. Ein stórur partur av familjuni býr í dag aðrastaðni enn í Skálavík, men lyndi og sermerkini síggjast tó aftur. Leygardagin læt framsýning eftir Eyvind Dalsgaard upp í Smiðjuni í Lítluvík, har Dalsgaard kundi seta sína dám á. Og tað var ikki uttan orsøk.
Í 1952 doyði Eyvind Dalsgaard. Eitt spennandi fyribrigdi í føroysku listasøguni. Hann gjørdist bert 47 ára gamal, men hansara listaverk liva eftir. Hann vaks upp millum átta brøður í Skálavík, men flutti seinni til Danmarkar í lestrarørindum og síðani til Havnar við konu sínari Sigrid, sum hann fekk trý børn saman við.
Eyvind var fjøllbroyttur listamaður. Á framsýningini eru bæði tekningar, bringumyndir og smærri listaverk.
Sunneva Dalsgaard, dóttir Eyvind, hevur tikið stig til framsýningina. Tað var ein ógvuliga glað og væl nøgd Sunneva, sum kundi bjóða fólkum vælkomnum leygardagin.
Framsýningin hevur opið hvønn dag frá kl. 14 til 18 í Smiðjuni í Lítluvík.