HYGGJARAGJALD
Svínarí. Ein grovur eyka skattur. Alt ov nógv.
Fólk á gøtuni, sum Sosialurin hevur tosað við, eru alt annað enn nøgd við hækkingina av sjónvarpsgjaldinum, sum Annlis Bjarkahamar landsstýriskvinna hevur kunngjørt.
Hyggjaragjaldið hækkar eftir einum degi úr 1500 upp í 2000 krónur komandi ár. Hetta hendir samstundis, sum sløkt er fyri Rás Tórshavn, har fólk í høvuðsstaðarøkinum fingu fimm eyka rásir umframt Sjónvarp Føroya fyri onki.
Væl dýrari
Sløkt er fyri BBC Prime, BBC World, Eurosport, TV3 og MTV. Skulu fólk fáa somu líka fjølbroyttar sjónvarpsrásir sum áður, mugu sostatt nógv fleiri pengar á borðið.
Hyggjaragjaldið, ið er lógarkravt, verður sum nevnt 2000 krónur. Ein móttakari, sum er neyðugur fyri at móttaka Televarpið, kostar minst 2200 krónur. Biligasta árshaldið hjá Televarpinum kostar eisini umleið 2200 krónur. Og so skalt tú eisini gjalda fyri Útvarpið, sum kostar 1500 krónur um árið.
Við øðrum orðum skulu gjaldast knappar 8000 krónur fyri tað, sum áður kostaði 3000 krónur, tá Útvarp Føroya og móttakarin verða íroknað.
Fólk í øðini
Hyggjarin er í øðini, kunnu vit róliga siga út frá teimum fólkum á havnargøtum, sum Sosialurin prátaði við mikudagin. Ongin av teimum umleið 10 fólkunum, vit fingu orðið á, helt at hækkingin var hóskandi ella í lagi, og onkustaðni var nærum uppreistrarhugur.
? Eg haldi ikki, at landsstýrið kann loyva sær hetta uttan víðari. Hvussu kunnu teir tosa um skattalækking, tá teir samstundis hækka hyggjaragjaldið? Hevði eg kunnað valt Sjónvarp Føroya frá, so hevði eg gjørt tað, men tað kann eg jú ikki, sigur 21 ára gamli arbeiðsmaðurin Rúni Vesturklett.
Hetta var niðurlagið. Landsstýrið lovar skattahækking við aðrari hondini, men skundar sær at taka teir innaftur við hinari.
Økt krøv
Umleið 13.700 fólk rinda sjónvarpsgjald, sum er. Hækkingin skuldi givið sjónvarpinum góðar 5 milliónir krónur í meirinntøku, hóast tað kann hugsast, at hækkingin eisini ger tað truplari at fáa lógarkravda peningin til høldar.
Ein partur av peninginum skal brúkast til lønarhækkingar og rakstraríløgur, og sostatt fær hyggjarin altso ikki fullan valuta fyri pengarnar við einum betri føroyskum sjónvarpi.
Peningurin kemur á eitt turt stað og sleppur stjóranum undan at siga fólkum úr starvi, men hann ásannar í somu vending, at tað verður trupult at liva upp til krøvini, sum fylgja við. Men tað er ikki líkt til, at øll fólk vænta sær nakað aftur fyri meirkostnaðin.
? Sjónvarpið verður onki betri av hesum. Her verður bara tikið inn og onki latið afturfyri, og vit fáa onki gjørt við tað, sigur Hákun Jensen, 65 ár, og somu støðu høvdu hinir í Undirhúsinum í Vágsbotni.
Endursenda tilfar
Hjá teimum, sum hava parabol frammanundan, verður tað ovmikið at síggja og gjalda í framtíðini.
? SvF er stórt sæð bara endursendingar frá øðrum útlendskum sjónvarpsrásum, og tí er tað eitt sindur meiningsleyst at gjalda so nógv, tá eg havi parabol frammanundan, sigur 23 ára gamla Majbritt Hellisdal, sum var úti og trillaði við nýføðinginum.
Líka lítið hjálpa mótmælini. Hyggjarin hevur onki val. Hann skal gjalda økta sjónvarpsgjaldið, tí tað er lógarásett. Men tað vóru eisini fleiri fólk í havnargøtum, sum søgdu seg umhugsa at lata vera kortini.