- Fólk mugu skilja ruskið betri

Tað var ongatíð vandi á ferð, tá eldur brádliga kom í silo?ina á Kommunalu Brennistøðini leygardagin. Hundraðtals bilar sluppu ikki av við ruskið, og vóru menn ikki serliga fegnir um tað.

Havn: Eldurin í bennistøðini á Sandvíkarhjalla kyknaði upp um hálvgum fýra-tíðina, og slakar fýra tímar seinni hevði sløkkiliðið í Havn bast eldinum.
Ein eldur av slíkum slagi hevur onkutíð verið áður, men enn er ikki greitt, hvat orsøkin var til henda eldin leygardagin.
- Vit meta tað tó vera rættiliga sannlíkt, at eldurin er kyknaður av sær sjálvum, sigur leiðarin, Bárður Michelsen við Sosialin.
Orsakað av eldinum í silo?ini varð brennistøðin afturlatin fyri móttøku av ruski fram til mánamorgunin. Hetta kom rættiliga illa við hjá teimum mongu, sum ætlaðu at brúka henda góðveðursdagin til at fáa ruskið beint av vegnum.
Ein rættiliga stórur riðil av bilum mátti tí fara til húsa aftur við ruskinum, og hetta vóru menn sum vera man bæði harmir og illir um. Har var tó einki at gera, tí bingjurnar vóru fullar, og eingin møguleiki var at brenna alt hetta ruskið tann dagin.
Hvat skaðin hevur kostað brennistøðini í er ilt at meta um. Menn frá Tryggingini komu á støðina seinnapartin í gjár at meta um skaðan.

Roykur og eldur
Brennistøðin er vanliga opin fyri ruski frá privatfólki leygardagar. Teir á brennistøðini høvdu tí fyrireikað seg uppá alt ruskið, sum vanliga kemur ein slíkan dag.
Á middegi var einki rusk í silo?ini, og ætlanin var at byrja við tømingini av bingjunum nakað eftir middagsleitið. Hetta arbeiðið gekk sum tað skuldi, og nakað seinni vóru allar tær fullu bingjurnar á økinum tømdar fyrstu ferð. Ætlanin var síðani at fáa hesar fyltar av nýggjum, áðrenn dagurin var at enda komin.
Men um hálvgum fýra-tíðina byrjaði brádliga roykur av koma út úr silo?ini, samstundis sum roykurin úr høga skorsteininum hvarv. Tað vísti seg, at eldur var komin í ruskið í silo?ini av sær sjálvum.
Á brennistøðini hava teir mannagongdir, tá slíkt hendir. Roynt varð í fyrsta umfari at sløkkja sjálvir. Men tað vísti seg skjótt, at her var talan um størri logar enn so, og tí var bert eitt at gera og boða Alarmsentralinum frá. Teir vóru skjótir á staðið og fingu beinanvegin tamarhald á støðuni, hóast eldurin fyrst varð sløktur um 19-tíðina.

Skilja betri
Bárður Michelsen sigur, at endamálið við tí vælútgreinaðu móttøkuni av ruskinum, er at fólk sjálvi kunnu skilja ruskið sundur í bingjurnar, sum eru ætlaðar til tey ymisku sløgini av ruski.
Tað er eisini so, at nógv av tí ruskinum sum kemur frá privatum er rættiliga turt og eldfimt, tí tað hevur ligið innandura í styttri ella longri tíð.
-Men vit mugu tíverri ásanna, at fólk ikki altíð skilja ruskið nóg væl. Tað skal ikki so nógv til, at eldur kemur í av sær sjálvum, tá ymisk evni verða blandað saman.
-Bara eitt sindur av lakki ella cellulosu-tynnara saman við einum turrum klúti ella pappíri, kann vera nóg mikið til at eldur kemur í. Tí ynskja vit framhaldandi at minna fólk á tann týdning, tað hevur at ruskið verður væl sundurskilt, sigur leiðarin á brennistøðini.