Fólkið og náttúran er evnið á listaframsýning, sum letur upp í Mentamálaráðnum hósdagin klokkan 15.
Framsýningin fevnir um nógvar ymiskar listagreinar. Har eru andlitstekningar, vatnmálningar, dreygaðar skálir, stakar, ymsir brúkslutir og annað úr føroyskum træi, umframt málningar av naivistiskum lýsingum av føroyska gerandisdegnum.
Tey, sum sýna fram eru Olga Kruse á Oyrarbakka, Terji Johannesen á Norðskála og havnarmaðurin, Jákup Lervig.
Olga Kruse er í læru sum miðlagrafikari á Føroyaprent, og henni dámar væl at tekna andlitstekningar í frítíðini.
Hon hevur gingið á kvøldskúla seinasta veturin og hon fæst við at mála vatnmálningar, har íblástur kemur frá gerandis umhvørvinum og ikki minst úr føroysku náttúruni. Hon sýnir fram blýantstekningar og vatnmálningar.
Terji Johannesen fæst við at dreyga skálir, stakar, ymsar brúkslutir og annað úr føroyskum træi.
Hetta er eitt av hansara frítíðarítrivum, og hann undirvísir eisini á kvøldskúlaskeiði og ungdómsdreyðing í Felagsskúlanum á Oyrarbakka um vetrarnar.
Terji hevur eitt úrval av skálum og ymsum lutum til framsýningina.
Jákup Lervig er føddur og bý í Havn.
Hann hevur gingið á Kvøldskúla seinnu árini. Jákup hevur áður havt framsýning í Smiðjuni umframt at hava verið við á fleiri felags framsýningum. Millum annað á Ólavsøkuframsýningini.
Myndaevnini eru umframt naivistiskar lýsingar av føroyska gerandisdegnum, eisini lýsingar við íblástri úr náttúruni.
Til ferniseringina hósdagin fer Marni Kruse at syngja og spæla egin løg við guitar. Hann er næmingur á Handilsskúlanum á Kambsdali, honum dámar væl at syngja og spæla í frítíðini og hevur undirhildið við tónleiki og sangi til ymisk tiltøk.