Jólaaftan plaga løgmaður og borgarstjórin í Tórshavnar kommunu at vitja Herbergið, men soleiðis verður ikki í ár, nú Herbergið - eins og Føroyar allar - royna at basa koronu-smittu. Hetta merkir tó ikki, at tey, sum búgva á Herberginum og tey, sum plaga at leita sær innar jólaaftan, ikki fáa eitt hugnaligt kvøld saman.
Martin Kúrberg, dagligur leiðari, sigur, at tey á Herberginum ganga høgt upp í at fylgja almennu tilmælunum, tí tey vilja sjálvsagt eisini vera við í stríðnum móti smittuspjaðing.
- Vit hava eisini fólk búgvandi her, sum hava verið leys av alkoholi í upp til fleiri ár. Hetta eru fólk, sum hava ein vanligan gerandisdag, har tey fara til arbeiðis sum onnur og koma heim aftur eftir loknan dag. Tað er hetta, sum annað húsið við Dalavegin er ætlað til. Vit hava eisini sjúk fólk á Herberginum, og vit hava fólk við sálarligum kvøli, sum vit vilja gera alt fyri at verja.
Men, hvussu verður so jólaaftan á Herberginum?
- Vit hava tvey hús við Dalavegin. Her er pláss fyri 17 búgvandi fólkum, men vit hava innrættað okkum soleiðis, at her búgva fleiri enn tey 17. Vanligt er haraftrat, at fólk, sum ongastaðni hava at búgva, eisini koma inn í hitan á Herberginum jólaaftan, og her kann talan vera millum fimm og tíggju fólk, onkuntíð fleiri.
Martin Kúrberg sigur, at jólaaftansmorgun borðrreiða tey við smyrjibreyði við føroyskum viðskera, og um kvøldið verður borðrreitt við dunnu og tilhoyri umframt rísalamande. Tá verður eisini jólaevangeliið lisið, eins og búfólk og gestir hava eina hugnaliga løtu saman.
- Vit royna altíð at skipa so fyri, at eingin gongur svangur ella situr einsamallur á jólum og tey, sum koma her til jólahald, fáa eisini gávur, sum vit fáa ymsastaðni frá til endamálið, sigur hann.
Dagligi leiðarin sigur, at hóast nógv trýst er á húsinum um dagarnar, og at trýstið verður enn størri jólaaftan, gera tey alt fyri at halda neyðuga frástøðu, eins og dúgliga verður sprittað. - Dagliga hava vit eisini fleiri fólk á Herberginum, sum ongastaðni hava at vera, men sum koma á gátt at fáa sær mettuna.
Á Herberginum búgva bæði menn og kvinnur, tó at menninir gjarna eru fleiri í tali enn kvinnurnar.
Vit spurdu eisini Martin Kúrberg, hvat hendir á Frælsinum á Eiði jólaaftan. Hetta er stovnurin, sum hýsir ungum millum 18 og 24 ár, sum hava verið fongd við rústrupulleikar. - Vit hava pláss fyri átta fólkum á Frælsinum, men her eru ikki so nógv í løtuni og tey, sum eru, sleppa heim at halda jól saman við sínum nærmastu, sigur Martin Kúrberg.