Fólk í tíðindunum

 Annlis Bjarkhamar

Annlis Bjarkhamar er nú fyrrverandi landsstýriskvinna í mentamálum.
Hon er fimtanda landsstýrisfólkið undir Anfinni Kallsberg, sum hevur rátt fyri borgum seinastu fýra árini og níggju mánaðirnar.
Annlis er ikki gomul í landspolitikki ? hon hevur enn ikki stillað upp til val, men tá Tjóðveldisflokkurin skuldi kjósa sær landsstýrisevni eftir seinasta løgtingsval, varð tann tá 28 ár gamla Annlis Bjarkhamar kosin at umboða flokkin.
Annlis Bjarkhamar er dóttir Irdi, fødd Hjelm, og Dánjal Bjarkhamar í Vági. Hon er fødd 20. januar í 1974, og hon býr saman við Ian Luid úr Fuglafirði.
Tá Annlis gjødist landsstýriskvinna fyri níggju mánaðum síðani, var hon um at verða liðug við læraraútbúgving sína, tó at hon í onkrum umførum hevur havt farloyv frá læraraskúlanum. Henni vantaði tvær próvtøkur.
Í Sosialinum í gjár nevndi hon, at hon helst fór at gera seg lidna við læraraútbúgvingina ? so til skúlaársbyrjan kann onkur av teimum hart kroystu skúlastjórunum gleða seg til at fáa ein fyrrverandi arbeiðsgevara hjá sær í starv sum lærari ? og teimum er stórur tørvur á í føroyska fólkaskúlanum.
Annlis hevur starvast sum læraravikaur áðrenn hon fór á læraraskúla. Skúlaárið 96/97 var hon læraravikarur í Porkeri. Í Eysturskúlanum var hon vikarur skúlaárið 01/02, og hon hevur eisini starvast sum útvarpskvinna í tíðarskeiðinum 1997/ 2000.
Hóast Annlis ongantíð hevur stillað upp til val, so hevur hon verið aktiv í politikki í fleiri ár. Hon var drívmegin í Unga Tjóðveldinum, sum rættuliga fekk vind í seglini aftur við fullveldispolitikkinum, sum formaður Tjóðveldisfloksins, Høgni Hoydal, fekk í ljósmála.
Annlis Bjarkhamar hevur eisini verið umboð í aðalstjórn Tjóðveldisfloksins árini 1998/2001, og hon gjørdist limur í floksstjórnini í 2000.