Síðani 12. juni hava tað verið 31 skottilburðir í Keypmannahavn, sum fylgja av vaksandi bandakrígnum millum bandarnar Brothas og Loyal to Familia.
Føroysku Marina Moraitis og sjeikurin hennara Hans Christian Andreassen búgva á Nørrebrúgv saman við synum teirra Jóannes, ið er fimm ára gamal og Matheus, ið er eitt ára gamal. Hans Christian hevur búð alt lív sítt á Nørrebrúgv.
Hon greiðir frá, at hon ikki plagar at vera bangin av sær, men seinastu vikurnar hevur kenslan verið ein onnur.
– Síðsta sunnudag fóru vit í føðingardag hjá eini eldri kvinnu í De Gamles By á Nørrebrúgv. Á veg í føðingardagin síggja vit eini 25 døkkholdaðir ungar menn standa saman í einum bólki á vegnum. Síðani síggja vit allan bólkin flyta seg saman og løgreglufólk, ið fjaldu seg og eygleiddu bólkin, sigur hon.
– Tað var sera óbehagiligt, og tá vórðu vit kløkk, staðfestir hon, og leggur afturat, at orsøkin ikki var, at mennirnir sóu óhugnaligir út, men tá ein sær ein stóran bólk av ungum monnum, ið løgreglan eygleiðir á alljósum degi, so er ongin ivi um, at okkurt er áfatt, og tað er ræðandi, sigur Marina Moraitis.
Hósmorgunin upplivdi Marina Moraitis aftur eina keðiliga hending, tá hon var á veg til arbeiðis á súkklu og varð steðgað av løgregluni, ið leiddi hana ein umveg. Hetta tí, at ein skottilburður júst hevði verið á staðnum.
– Eg ringdi til Hans Christian at siga honum um støðuna, og at biðja hann ansa sær. Tá hevði hann longu hoyrt tíðindini, greiðir hon frá.
Hon heldur, at hóast tað í fleiri ártíggju hava verið bandar á Nørrebrúgv, so tykjast fólk taka hetta bandakríggið í størri álvara, og ansa sær serliga væl á gøtunum um dagarnar.
– Tað er óhugnaligt, tá tað rakar ósek menniskju, ið als onki hava við stríðið at gera, sigur hon, og leggur afturat, at hóast hon og Hans Christian ikki koma saman við fólki, ið eru í bandum og tey ikki ferðast í økinum, har bandavirksemi er, so ávirkar stríðið tey alsamt meir.
– Nú eitt kvøldið skuldu vit vitja ein vinapar, ið júst eru vorðin foreldur. Tey búgva í økinum Nordvest, og eg segði í spølni við Hans Christian, at eg ikki ordiliga kendi meg trygga at fara í tann partin av býnum. Hann plagar at biðja meg slappa av og ikki vera bangna, men tá segði hann, at hann tók undir við mær. Eg bleiv eitt sindur bangin, tí hann hevur búð á Nørrebrúgv alt sítt lív, og hann plagar ikki at stúra fyri slíkum, sigur hon.
– Bandakríggið ávirkar eisini hetta vinaparið hjá okkum, ið búgva í Nordvest, tí tey fara ikki longur út um kvøldarnar, leggur hon afturat.
Marina Moraitis greiðir frá, at hóast ógvisliga bandakríggið onkursvegna ávirkar gerandisdag teirra, og tey hugsa seg um, áðrenn tey fara út, so hava tey ikki ætlanir um at flyta av Nørrebrúgv.