Fólk velja ALS fram um starv

- Eg má bara taka undir við Niels Mortensen tá hann sigur, at fólk velja ALS fram um eitt starv, tí tað merkja vit eisini, sigur Johannes Jensen, stjóri á Hotel Føroyum og Hotel Tórshavn

Ein lýsing eftir lærlingum gav einki úrslit fyri Hotel Føroyar.
- Vit hava í løtuni átta lærlingar, men kundu saktans hugsa okkum einar fýra aftrat. Trupulleikin er bara, at eingin áhugi er millum føroyskan ungdóm fyri læruplássi í okkara vinnu, sigur Johannes Jensen, stjóri á Hotel Føroyum.
Hann undrar seg í tí sambandi um, hvar næmingarnir, sum fáa útbúgving á kokkaskúlanum í Klaksvík, blíva av.
- Í summar tóku 22 kokkanæmingar prógv á kokkaskúlanum í Klaksvík, men hóast tað var eingin áhugi fyri einum lærlingaplássið á Hotel Føroyum. Tað samsvarar eisini illa við eitt stórt ungdóms arbeiðsloysi, at eingin hevur áhuga fyri einum lærlingaplássi, sigur Johannes Jensen.
Innan hotelvinnuna eru tað serliga lærlingar innan kokkastarvið, tænarar og móttøkufólk, ið talan er um.
- Vit kundu saktans tikið kokkalærlingar, einar 3-4 tænaralærlingar umframt móttøkulærlingar, men tað er tungt at fáa umsóknir inn. Áhugin tykist ikki serliga stórur, sigur Johannes Jensen.
Kortini hevur hbotellið liggjandi fimm umsóknir, men tær eru ikki frá føroyingum.
- Hetta eru næmingar úr donskum skúlum, sum hava søkt um lærupláss hjá okkum. Talan er um fýra kokkalærlingar og ein tænaralærling, og tað mugu vit so taka støðu til nú, sigur Johannes Jensen.

ALS lokkandi
Sambært stjóranum á Hotel Føroyum er tað tungt yvirhøvur, at fáa fólk at støðast í hotelvinnuni.
- Okkara vinna er ein láglønarvinna og tað merkir, at munurin á einari mánaðarløn á Hotel Føroyum og útgjaldinum frá ALS ikki er so stórur. Og eg má bara taka undir við Niels Mortensen tá hann sigur, at fólk velja heldur ALS fram um eitt starv hjá teimum, tí vit uppliva tað sama, sigur Johannes Jensen.
Hann heldur, at ALS í summum førum er í so lokkandi.
- Forvinnur tú 35.000 krónur um mánaðin og so endar í ALS, so er tað nakað, sum merkist. Men fyri okkara vinnu gerst munurin so lítil at fólk í fleiri førum heldur velja ALS fram um starv hjá okkum, sigur Johannes Jensen.
Hann ivast tí í, um skipanin ikki er í so lokkandi í førum.
- Hetta samsvarar eisini illa við at vit hava eitt stórt ungdóms arbeiðsloysi, samstundis sum tað er so at siga ógjørligt at fáa lærlingar tikl hotellið. Og so verður eisini lagt lok á innflutningi fyri útlendskari arbeiðsmegi, sigur Johannes Jensen.
Eitt annað, sum kundi verið ynskiligt, var ein skipan við vaksnamanna læruplássum.
- Tað átti at borið til í samstarvi millum ALS og vinnuna at skipa fyri vaksnamanna lærlingaplássum, sigur Johannes Jensen, stjóri á Hotel Føroyum og Hotel Tórshavn.