Fólk vilja sleppa at blása

Tað gerst alt meiri vanligt, at fólk koma inn á løgreglustøðirnar og vilja sleppa at blása í alkometrið fyri at vita, um tey kunnu koyra lógliga.

Tað hevur verið eit rættiliga friðarligur Summarfestivalur hjá løgregluni. Fyri tað mesta hava tey tikið sær av fullum fólki, sum antin eru dottin ella á annan hátt eru komin illa fyri.
Kæra var komin fra hýruvognskoyrarum í Klaksvík um at taksabilar úr Havnini vóru komnir til Klaksvíkar at at taka hýru, uttan at hava fingið loyvi frá Klaksvíkar kommunu til tess. Hetta er ikki lógligt, og tað fingu hesir taksaførarar at vita frá løgregluni.
Fríggjadagin vóru eisini í tveimum førum boð send eftir løgregluni, tí fullir menn gjørdu um seg í handlum. Í øðrum førinum var tala um tveir fullar menn í einum handli, sum ikki fingust út aftur, og í hinum førinum var tað ein fullur maður í einari kiosk, sum stjól góðgæti og ikki fekst út. Løgreglan tók mannin og hann er nú skuldsettur fyri stuldur.
Um 19-tíðina fríggjadagin var ein fullur maður dottin uttan fyri Atlantis og bløddi ógvusliga frá einum sári í høvdinum, og tveir tímar seinni dat tein annar fullur maður á sama stað og fekk ilt í nakkan. Í báðum førum vórðu menninir koyrdi í sjukrahúsið við sjúkrabili.
Leygarnáttina klokkan 02 tók løgreglan ein fullan mann í Norðoyatunlinum sum stóð og tumlaði. Hann varð koyrdur til hús. Nakað seinni fekk løgreglan boð um ein fullan mann við bátabrúnna. Hetta var ein hetlendingur, sum ikki fann aftur til bátin hjá sær, og løgreglan hjálpti honum upp á pláss.

Smáttaríir
Klokkan gott hálvgum trý leygarnáttina fekk løgreglan boð um ein bil, ið hevði rent inn í tunnilsveggin í Leirvíkstunlinum. Bilførarin var edrúur og koyrikortið í ordan. Stýriliðið á bilinum var brotnað, men hann hevði sjálvur ringt eftir hjálp.
Leygardagin um 16-tíðina hevði onkur stolið ein ryggsekk við amboðum úr einum bili, sum stóð parkeraður við Soli-deo-Gloria. Bilurin var ólæstur.
Eisini tók løgreglan ein avdotnan mann upp við EFFO-støðina í Klaksvík.
Eisini fekk løgreglan boð um ein illan mann við inngongdina til festivaløkið. Talan var um ein gamlan kenning hjá løgregluni.
Klokkan 4.30 sunnumorgunin varð ein genta svímað, og hon var koyrd á sjúkrahúsið, og um somu tíð tóku samarittar sær av einum avdotnum ungum manni, sum vinmaðurin ikki fekk lív í.
Og klokkan hálvgum seks varð løgreglan boðsend eftir einum illum manni á sjúkrahúsinum. Hann varð koyrdur til bussin til Havnar.
Ein avbygdamaður á Summarfestivali kendis eg hóttan av nøkrum klaksvíkingum, sum blivu við at fylgja eftir honum, so løgreglan tók hann við og fekk hann til vinfólk nærhendis.
Og klokkan 8.40 í morgun varð ein bilur stolin uttan fyri Klaksvíkar Autolakkering. Bilurin var ólæstur og lykilin var inni í bilinum, men eingin køliveska var á motorinum, so tjóvarnir eru neyvan komnir langt.
Og so greiddi vakthavandi á løgreglustøðini frá, at tað gerst meiri og meiri vanligt, at fólk koma inn á løgreglustøðina, fyri at sleppa at blása í alkometrið. Tey vilja tryggja sær, at tey kunnu koyra lógliga, og ikki hava alkohol í blóðinum.