Zakarias Wang
--------
Nú hevur íslendska fólkið enn einaferð víst tingmonnum sínum, hvar ið skápið skal standa, og at altingið ikki hevur alt vald.
Eftir er hjá okkum at spyrja, hvussu tað ber til, at vit ikki enn hava fingið einar frælsar Føroyar, eins og vit á fólkaatkvøðuni í 1946 bóðu ting okkara at gera.
Vit vita jú øll hvør orsøkin er:
Í staðin fyri at vera fólksins vilja lýðin, hevur løgting okkara sett eina korrupta skipan í verk, har útlendskur peningur verður oystur út yvir oddafiskarnar í landi okkara. Strámenninir fáa peningin av tí, at teir ikki duga at stýra, og verri teir stýra, meir fáa teir.