Nýggj veljarakanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Dimmalætting vísir, at Fólkaflokkurin hevði farið heili 2,6 prosent aftur, var valg í dag.
Veljarakanningin vísir, at Sambandsflokkurin hevði verið størstur, Fólkaflokkurin missir mest og Miðflokkurin hevur størstu framgongdina. Meðan Fólkaflokkurin hevði fingið 18,0 prosent, ella eina afturgond uppá 2,6 prosent, samanborið við seinasta valg, hevði Miðflokkurin, sum stendur til at fáa 8,4 prosent av atkvøðunum, eina framgongd upp á 3,2 prosent.
Sambandsflokkurin hevði verið størstur við 24,5 prosentum av atkvøðunum, sum eisini er ein framgongd uppá 0,8 prosent til flokkin. Hetta er tó minni enn framgongdin hjá Tjóðveldinum á 1,2 prosent, sum ger, at flokkurin endar við 22,9 prosentum. Javnaðarflokkurin hevði verið triðstørstur við 21,1 prosentum, ella 0,7 prosent færri atkvøðum enn seinasta valg.