Enn er tað bara Javnaðarflokkurin, sum hevur kunngjørt valevnislistan til býráðsvalið í Havn.
Bjarni B. Poulsen, formaður í Havnar Framburðsfelag, vil ikki reiðiliga í smálutir um, hvussu gongur at manna listan hjá Fólkaflokkinum, og hvørji nýggj fólk eru millum valevnini, men sigur tó, at eitt nýtt navn er Dánjal Hansen, sum eitt nú er formaður í NSÍ. Og so er Rói B. Poulsen sjálvur eisini millum nøvnini á listanum.
Býráðslimirnir hjá Fólkaflokkinum, Annika Olsen, borgarstjóri, og Bogi Andreasen, eru sum vera man eisini á listanum hesaferð.
Av fyrrverandi býráðslimum er tað bert Jan Christiansen, sum framvegis er millum valevnini hjá Fólkaflokkinum.
Spurdur um samgongumøguleikar eftir valið sigur formaðurin í Havnar Framburðsfelag, at tað hava tey als ikki tikið støðu til.
– Vit hava samstarvað væl við Javnaðarflokkin í býráðnum áður, og vit hava samstarvað væl við Tjóðveldi og Framsókn í sitandi samgongu, so har eru allir møguleikar opnir, sigur Rói B. Poulsen.
##med2##
##med3##
##med4##