Fólkaflokkurin og Irak

Týsdagin nevndi Útvarpið so hissini, at Fólkaflokkurin hevði sent eitt skriv, har hann gav USA sín fulla stuðul í ætlanum teirra viðv. Irak og Saddam Hussain.

Óheppin løta at vísa sín stuðul, sjálvt um nøkur autoritetstrúgv NATO-limalond hava kent seg noydd at gera tað sama.
Tí bæði Frakland og serstakliga Týskland hava sagt seg vera ímóti einum álopi á Irak, og t.d. hevur enska kirkjan boðað frá, at eitt sovorið kríggj kann ikki rættvísgerast.
Eisini í sjálvum USA hava mótmæli verið, t.d. hava tey flestu, ið fingið hava Nobel-virðisløn haðani skriva og mótmælt ætlaða krígnum.
Men hvat er tað so fyri høvuðsgrundgeving, sum Bush hevur, fyri at fara í kríggj?
Hann sigur, at Saddam Hussain er ein hóttan tí at hann møguliga hevur hópoyðingarvápn, og tí er kríggið neyðugt.
Lat okkum siga at hetta er rætt og at irakar higartil hava dugað at fjalt vápnini fyri ST-eftirlitsfólkunum.
Men eru tað hópoyðingarvápnini, sum gera allan munin, hvør man so hava fleiri hópoyðingarvápn av teimum báðum, Hussain ella Bush?
Tí lítil ivi man vera um at USA hevur hópoyðingarvápn, sum teir eisini nýttu í Vietnam-krígnum, millum annað undir tí tiltikna jólabumbuálopinum. ? Tað, sum fekk John Lennon at skriva sangin: Now it is Christmas.
Hetta bendir so á, at verðins hættisligasti maður kanska als ikki eitur Saddam Hussain ella fyri alt tað Osama Bin Laden; men heldur George W. Bush.
Ein grundin til at fólkaflokkurin hevur sent hetta stuðulsskriv er kanska, at teir vilja hava Føroyar upp í NATo, og tað er ivaleyst nattúrligt við tað at vit eru partur av tí økinum, sum verjusamgongan umfatar.
Men um NATO skal nýtast sum stuðul til at bumba fátæk ella lítið á leið komin lond, so eiga vit at halda fingrarnar langt burtur frá tí samgonguni.