Fólkaflokkurin og Sjálvstýrið hava bundið seg

Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin í Klaksvík hava í kvøld gjørt avtalu um, at flokkarnir skulu hittast til samráðingar mikumorgunin Stutt eftir at valúrslitið í kvøld var greitt, funnu Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin saman at fundast.

Á hesum fundinum skrivaðu partarnir undir eina avtalu, har teir binda seg til at fara undir samráðingar um samstarv.

Teir báðir flokkarnir, sum hava seks av ellivu býráðslimum, skulu hittast til fund fyrrapartin mikudagin.

- Á fundinum fara vit at tosa nærri um eitt møguligt samstarv, sigur Gunvá við Keldu, sum var fyrst vald fyri Fólkaflokkin, ið er størsti flokkur í Klaksvíkar býráði.