John WIlliam Joensen
Norðoya Sambandsfelag
Í Sosialinum tann 28. oktober 2005 verður fólkaflokstingmaðurin og landstýrismaðurin í Mentannarmálum, Jógvan á Lakjuni, siteraður fyri at siga, at hann metir tað vera mest nátúrligt at Klaksvíkar HF-skeið verður flutt úr Klaksvík og inn í hansara egna valdømi.
Ráðharrin úr Fuglafirði sigur víðari í somu grein, at tað er hansara skylda at rationalisera raksturin av skúlaverkinum, og tá tað einans tekur 10 minuttir hjá Klaksvíkingum at koyra við bussi inn til hansara kommunu, so er tað náttúrligt at flyta skúlan úr Klaksvík.
Sum Norðoya Sambandsfelag skilir, so søkja munandi fleiri næmingar á HF í Klaksvík, enn tað søkja til HF á Kambsdali.
Vit fara at stuðla landsstýrismanninum í at rationalisera skúlaverkið, men viðvíkjandi Klaksvíkar HF-skeiði hevði tað sambært næmingagrundarlagnum verið rættast at flutt HF-skeiðið á Kambsdali til Klaksvíkar.
Havandi í huga útbyggingarnar á Tekniska Skúla í Klaksvík, sum eftir ætlan verða lidnar í 2007, eru góðir møguleikar fyri framtíðar samstarvið millum hesar skúlar.
Vit fara at minna landsstýrismannin í Mentanarmálum á, at hann sum landsstýrismaður eisini hevur ábyrgd av at menna skúlaverkið í Norðoyggjum og ikki einans í hansara egna valdømi.