Fólkaflyting, vinnuligur fiskiskapur og barnaváttan

Trý mál eru á skránni fyri fjórða tingfundin í nýggja tingárinum, sum verður í dag klokkan 11.

Fyrsta mál á skránni er uppskot frá Javnaðarflokkinum til samtyktar um tiltøk til tess at venda skeivu gongdini í fráflyting og burðaravlopi. Sambært uppskotinum skal løgtingið heita á landsstýrið um at fyrireika og leggja fyri Løgtingið frágreiðing um, hvørji tiltøk skulu setast í verk, til tess at venda teirri hóttandi gongdini við áhaldandi fráflyting, fallandi burðaravlopi og minking í fólkatalinum.

Heitt verður á landsstýrið um at seta eina fakliga nevnd við millum annað umboðum frá Fróskaparsetri Føroya at útgreina orsøkirnar til og avleiðingarnar av hesi skeivu gongdini og koma við eini tilráðing um, hvørji stig kunnu muna best at røkka hesum endamáli, bæði við stuttari og langari freist. Eisini verður heitt á landsstýrið um at leggja frágreiðing fyri Løgtingið áðrenn 1. apríl 2013 við uppskotum um langtíðaríløgur og politisk átøk til tess at røkka endamálinum, við breiðari undirtøku í allari politisku skipanini. Heitt verður á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið játtanaruppskot um at halda neyðugar útreiðslur av nevndararbeiðinum.

Næsta uppskotið á skránni er stóra málið um broyting í løgtingslógini um vinnuligan fiskiskap.

Her verður skotið upp, at í grein 29 verður sum stk. 11 sett: »Tá tríggir mánaðir eru eftir av fiskiárinum, verða avlopsdagar tiknir inn frá fiskiførum og falla teir aftur til landið. Landsstýrismanninum verður heimilað í síni heild ella lutvíst at lata ella selja avlopsdagarnar fyri tað tíðarskeiðið, ið eftir er av fiskiárinum. Avlopsdagarnir kunnu bert verða latnir ella seldir til fiskifør í sama bólki, sbrt. § 29, stk. 1, tó ikki til fiskifør, sum í sama fiskiári hava avhendað fiskidagar til aðrar høvuðsbólkar, sbrt. § 14, stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um, hvussu avlopsdagarnir verða roknaðir og latnir ella seldir, herundir hvussu sølan fer fram, ásetingar um fyriskipan, gjøgnumskygni, atgongd, sølu- og keypstreytir, gjaldstreytir, og hvussu keyptir avlopsdagar verða latnir keypara. Keyparin ber sølukostnaðin. Landsstýrismaðurin kann gera avtalu við ein

uttanfyri standandi veitara, at hesin stendur fyri søluni.«

Síðsta málið á skránni er uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um uppskot til samtyktar um at seta í verk sonevndar barnaváttanir í Føroyum.