Fólkaheilsuætlan

Sera stórt og dygdargott arbeiði verður gjørt við Fólkaheilsuætlan fyri føroyinga. Tað er sera áhugaverkt at fylgja við hvørjar ætlannir eru gjørdar fyri at vit Føroyingar skulu hava tað so gott sum gjørligt.

Rósa Samuelsen

Tað er av stórum týdningi at vit varpa ljós á heilsufremjandi tiltøk, so sum sunna lívsførslu, tað kann verða sunnan mat og at ein rørir seg.
Men tað er eisini sera umráðandi at vit hugsa um at seta heilsufremjandi tiltøk í verk longu í viðgongutíðini (graviditetinum), fyri at tryggja okkum at mamman/foreldrini eru tilvita um hvat tað er at vera foreldur og familia, og kunna gleðast yvir at møta tí lítla barninum.
Vit mugu tryggja okkum at børnini vaksa upp undir sømiligum viðurskiftum, at familian og serliga barni fær tilboð um heilsufremjandi átøk. Nøkur tilboð eru longu, men eg haldi at familian sum heild skal hava møguleika at fáa heilsufremjandi vitjan frá heilsufrøðingi longu í viðgongutíðini, fyri at tryggja familiuni best møgulig sálarlig og sosial viðurskiftir.
Vit mugu tryggja okkum at jarðamøður, læknar og heilsufrøðíngar, fylgja tilráðingunum frá Danska heilsustýrinum og Who.
Ein tilráðing út av fleiri, fyri at nevna nakað sum ikki er umrøtt, er at øll børn, har mamman hevur møguleika at geva barninum bróstamjólk, skal fáa vegleiðing og stuðul til at hetta skal eydnast.
Heilsustýri tilmælir at barni fær bróstamjólk minst í eitt hálvt ár sum einasta føðslukelda, og Who tilmælir at barni bert fær bróstamjólk í hálvt ár, síðan vanligan mat tilsvarandi barni og bróstamjólk í tvey ár. Hetta tí at bróstamjólk er heilsugóð føði fyri barni, og verjir barni fyri fleiri sjúkum, bæði í pinkubarnatíðini og seinni í lívinum.
Øll nýfødd børn skulu verða kannað av barnalækna áðrenn tey fara heim av sjúkrahúsinum og heilsufrøðingur kemur á heimavitjan so skjótt mamma og barn eru komin heim.
Barnsburðafarloyvi skal gerast meira rúmshátt, og møguleiki skal vera at leingja tað upp til eitt ár. Hettar ger so eisini at barni hevur møguleika at vera heima tað fyrsta árið og er meira mótstøðuført fyri sjúkum tá tað so kemur í vøggustovu millum onnur børn .
Arbeiðsmarknaðurin skal eisini gerast meira rúmsháttur. Mamman, ið má aftur til arbeiðist, skal hava møguleika at fara at geva bróst í arbeiðstíðini. Meira rúmd skal verða givin pápanum í hesum tíðarskeiði og helst allan barndómin hjá barninum.
Øll smá børn skulu fáa tryggja heilsugóðan mat og góðar karmar at spæla undir har tey verða ansaði.
Tað skal verða ein rættur hjá øllum børnum og ungum í skúla, líka so væl sum hjá vaksnum í arbeiði at hava góðar umstøður við kantinu soleiðis, at møguleiki er at keypa frugt og heilsugóðan kost í skúlatíðíni, baði í fríkorteri sum í matarsteðgi.
Øll børn og ung í Føroyum skulu hava ein vaksnan at fara til. Til dømis skal heilsufrøðingur og sálarfrøðing við servitan, verður knýttur øllum fólkaskúlum og miðnámsskúlum, sum í Svøríki. Setast skal inn við týdninginum við rørslu og tímar avsettir til tess. Uppá sigt vil hetta fyribyrgja vælferðasjúkum og vit fáa eina sunna og góða tilverðu.
Til at seta hesi tilboð í verk, krevst at nakrar millónir krónur verða settar av á fíggjarlógini. Hettar er alneyðugt um vit hugsa heilsufremjan, sum visjón, og betrar hettar um lívskvalitetin hjá fólki og likvitetin í landinum.