Fólkakirkjan stendur sterk

85.1 prosent, ella 38.132 føroyingar eru limir í føroysku fólkakirkjuni. Restin, 6.685 føroyingar eru limir í fríkirkjum ella standa heilt uttanfyri

At rembingar eru innanfyri føroysku fólkakirkjuna er ikki so løgið, tí fólkakirkjan er næstan alt í Føroyum. Skal stríð verða um átrúnað, so má fólkakirkjan verða annað orðið. Árbókin fyri Føroyar, føroysku hagtølini, sláa hetta fæst, so tað sitir eftir. 85,1 prosent av føroyingum eru beinleiðis limir í fólkakirkjuni. Líka síðan Eva fekkst við bannað súreplir í fyrstu søguni av øllum, hava verið spenningar um átrúnaðarlig viðurskiftir millum menniskju. At átrúnaðarligir tvídráttir í Føroyum eisini enda innanveggja í fólkakirkjuni er ikki løgið. Okkum nýtist ikki av verða teir stóru roknimeistararnir fyri at finna fram til, at tá 85 prosent av føroyingunum eru innanfyri fólkakirkjuna, so verður fólkakirkjan drigin upp í, tá orðaskiftið stendst av átrúnaðarligum viðurskiftum. Vit sleppa ikki uttanum fólkakirkjuna. Ikki tí, stríð hevur mangan verið hart og ofta nógv harðari fyrr. Vit gloyma so skjótt, tíbetur. Oftast hevur tað verið fólkakirkjan mótvegis fríkirkjunin og tað hevur verið skiftandi hvør tekur stigið. Hesuferð er so stríðið innan fólkakirkjuna. Í eini bygd norðanfyri er stríð millum fólk av og á og hetta er avgjørt ikki eindømi í landinum. Men eyðkenni fyri hesa bygd er, at eitt eru tey samd um. Stríðið skal ikki út um bygdagarðarnar. Tað vil siga, at tú frættir einki um tað.


Stendur sterk

?I seks bygdum í landinum er púrasta einki at rafla um. Her eru allir íbúgvarnir limir í fólkakirkjuni. Tað er í Húsa kommunu á Kallsoynni. Í Saksunnar kommunu, í Bø, í Mykinesi og í Famjin. Talan er um smáar kommunur, men her hevur ongin fríkirkja ein livandi møguleika.

Í 15 kommunum í landinum liggur talið av limum í fólkakirkjuni millum 95-99 prosent. Millum stórar kirkjubygdir í Føroyum kunnu nevnast Vestmanna. Har eru 96 prosent av íbúgvunum limir í fólkakirkjuni. Í Hósvík og Hvalvík hevur fólkakirkjan eisini sera sterkar røtur her er limatalið ávikavist 96,5 og 99,6 prosent. Í gomlu kirkjubygdunum Oyndarfirði og Funningi liggur talið um 97 prosent.


Brøðurnir í Norðoyggjum

Brøðrasamkoman hevur altíð verið sterk í Norðoyggjum og sterkast stendur hon í Svínoy. Har eru bert 62 prosent limir í fólkakirkjuni. Hvannasund og Viðareiði fylgja væl við.