Í mun til gomlu ellisrentuskipanina, sum bert varð veitt “værdigt trængende” sum eitt slag av olmussu, bóru hugsjónarmenn fyri hálvari øld síðan so í bandi, at vit fingu fólkapensjón fyri øll sum ein sjálvsagdan rætt. Nógv varð gjørt fyri at beina fyri gamla hugburðinum, at tað var skomm at “liggja samfelagnum til byrðu”og at tey, sum hetta gjørdu vóru olmussudýr, og í staðin fáa fólk at fata, at fólkapensjónin var ein rættur, sum øll áttu. Í árunum, sum farin eru, er hugburðurin so nógv broyttur, at flest allir samfelagsborgarar halda tað vera ein sjálvsagdan rætt at taka við fólkapensjónini, tá tann tíð er komin. Hugburðarbroytingin er vorðin væl stuðlað av, at allir verandi fólkapensjónistar og mangir komandi við minnast, at teir saman við skattinum rindaðu serstakt pensjónsgjald inn í landskassan, og at landskassin tí eisini er pensjónskassi teirra, sum teir sjálvandi skulu hava eina pensjónsveiting burtur úr, hvussu stór ella lítil, hon enn er.
Seinastu tíðina hava vit hoyrt tingfólk greiða frá, at í nýggjasta pensjónsskipanaruppskotinum er tað eydnast at varðveita fólkapensiónina fyri øll, og hava vit eisini kunnað lisið hetta m.a. á politiskum heimasíðum. Landsfelag Pensjónista fagnar hesum, og fara vit tí – nú nýggjasta uppskotið er sent til hoyringar - við góðum huga at kanna uppskotið til komandi fólkapensjónsskipan fyri øll.
Bruttofisering av fólkapensjón
Landsfelag Pensjónista tekur fult undir við, at fólkapensjónin verður bruttofiserað, soleiðis at fólkapensjónisturin rindar skatt av allari síni inntøku, men tó fær áleið somu upphædd útgoldna eftir skatt, sum hann fekk áður. Tó verður mett, at hædd eisini eigur at verða tikin fyri, at grundupphæddin í fólkapensjónini hevur staðið í stað seinastu 12 árini, og at fólkapensjónin tí er munandi lækkað í mun til broytingarnar í samlaða lønarlagnum.
Mótrokning millum hjúnafelagar.
Landsfelagið fegnast um, at mótrokning millum hjúnafelagar loksins verður avtikin og heldur, at henda broyting nú beinir burtur ein missmunin í pensjónsviðurskiftunum millum ógiftar og giftar fólkapensjónistar.
Uppskot til mótrokning í egnari inntøku í árunum frá 2011 til 2025
Uppskotsstillarin mælir til, at mótrokning í egnari inntøku verður broytt soleiðis at mótrokningar-prosentið komandi 14 árini, í 10 stigum, verður lækkað frá 60% til 20%. Meðan mótrokningarfría upphæddin sama tíðarskeið verður lækkað úr 59.800 kr. niður í 10.000 kr.
Eisini verður skotið upp, at mótroknað verður í allari fólkapensjónini (pensjónsviðbótum og grundupphædd) við øllum inntøkum uttan samhaldsfasta arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum. Grundupphædd og pensjónsviðbót skulu tí verða lagdar saman við viðbót til ávísar pensjónistar, so lættari verður at mótrokna.
Skilt verður framvegis millum stakar pensjónistar og hjún, hóast hesi heiti eru sera misvísandi í nútíðar samfelagnum. Vígslubrævið er framvegis avgerandi. Tað hevði tí lýst veruleikan betur, um lóggávan skilti millum gift og ógift. Skilnaðurin er undir øllum umstøðum høpisleysur, nú meirilutin av hjúnum eru ógift.
Fíggjarligar avleigingar fyri láginntøkubólkin í 2011
Eitt høvuðsmál hjá Landsfelag Pensjónista er støðugt at royna at bøta um korini hjá teimum pensjónistum, sum lítið annað hava at liva av enn fólkapensión og samhaldsfasta. Í fyrstu atløgu kunnu vit fegnast um, at ógiftir fólkapensjónistar við aðrari inntøku, sum árliga er millum 0 og 155.000 kr. sambært viðmerkingunum (síða 9 av 19) í høvuðsheitum fara at fáa eina hægri inntøku eftir skatt, sum fylgi av pensjónsnýskipanini. Tess meira hugstoytt er tað at kanna veruligu tølini, sum sýna, at inntøkuvøksturin eftir skatt hjá ógiftum fólkapensjónistum, sum hava 0 kr í øðrum inntøkum einans er 151 kr. um mánaðan og í bólkinum frá 10.000 kr. til 50.000 kr. er 17 kr. og upp í 118 kr. um mánaðan, meðan bólkurin frá 60.000 kr. til 120.000 kr. fær ein inntøkuvøkstur eftir skatt, sum liggur millum 589 kr. og 884 kr. um mánaðan.
Hesi tøl sýna greitt, at ikki ber til at tosa um ein homogenan bólk við øðrum inntøkum frá 0 kr. til 155.000 kr. Tvørtur ímóti eru her 2 ymiskir bólkar av pensjónistum, har teir mongu undir 60.000 kr. markinum lítið og einki fáa burtur úr pensjónsnýskipanini – summi ikki so frægt sum fyri eitt rugbreyð ella ein kaffipakka – meðan bólkurin oman fyri 60.000 kr. fær eina munandi inntøkuhækking.
Landsfelag Pensjónista skilir ikki, hví politiski fylgibólkurin heldur tað verða so serstakliga týdningarmikið, at pensjónistar, ið vinna meira enn 60.000 kr. árliga skulu fáa so nógv meira burturúr peningaliga. Landsfelag Pensjónista heldur, at tað var meira týdningarmikið, at politiska valdið hugsaði um, hvussu teir í alt 4.320 fólkapensjónistarnir, ið einans vinna millum 0 kr. og 60.000 kr. skulu klára seg, heldur enn einans at hugsa um tey fáu, sum vinna millum 60.000 kr. og 155.000 kr.
Í viðmerkingunum til uppskotið sæst, at heili 70 % av øllum fólkapensjónistum í landinum hava inntøkur, ið liggja nógv lægri enn 60.000 kr. árliga.
Heili 3.366 fólkapensjónistar ella 54,5% av øllum fólkapensjónistum, hava inntøku, ið einans liggur millum 0 kr.og 5.000 kr. árliga
328 fólkapensjónistar hava inntøku, ið liggur millum 5.000 kr. og 19.999 kr. árliga
384 fólkapensjónistar hava inntøku millum 20.000 og 39.999 kr. árliga
og 242 hava inntøku millum 40.000 kr. og 59.999 kr.
Ógvusligur inntøkumissur í 2011 hjá miðal- og hægru inntøkunum
Sum skilst fer uppskotið til nýggja mótrokningarskipan í 2011 at hava við sær, at tey sum vinna meir enn uml. 155.000 kr. hava áleið somu inntøku eftir skatt, sum tey hava í dag. Men so tekur mótrokningin dyk á seg (talva 4) soleiðis, at tann sum hevur eina inntøku á 350.000 kr. í 2010 missir heilar 46.080 kr. burtur av eftir skatt í 2011. Hetta ógvusliga inntriv – inntøkumissur á stívliga 13% - skal henda frá degi til dags. Men í veruleikanum er hetta inntriv nógv størri, tí upplýst verður eisini, at øll fólkapensjónin verður burtur, tá inntøkan fer upp á 345.650 kr. hjá ógiftum og 277.400 kr. hjá giftum (talva 2). Tað merkir, at ógiftur pensjónistur við hesi inntøku í januar mánaða 2011 fær 14,5 % minni í inntøku enn hann fekk í december mánaða í ár, tí einki oyra longur verður útgoldið í fólkapensjón. Gifti pensjónisturin fer at fáa áleið sama miss í prosentum. Í veruleikanum verður inntøkumissurin tó nógv størri, tí verður tikið hædd fyri, at grundupphæddin ikki verður skattað, sum er, kann inntøkumissurin lættliga metast at koma heilt upp á 20-22%.
Einki fakfelag kundi hugsast at góðtikið slíkan inntøkumiss fyri nakran av limum sínum og hevur heldur ongantíð gjørt tað, tað vit vita. Landsfelag Pensjónista kann heldur ikki á nakran hátt góðtaka hetta. Fleiri samanberingar kunnu verða gjørdar bæði innlendis og í grannalondunum, sum vísa at eingin góðtekur inntriv, sum enntá eru nógv minni enn hetta.
Vit fara í hesum sambandi at loyva okkum at minna á, at fyri einum ári síðan sýttu bæði embætismenn og tingfólk fyri at frásiga sær eina lønarhækking upp á 3%. Flestu teirra hava inntøkur, sum fáur fólkapensjónistur kann so mikið sum droyma um. At hesin sami valdmikli samfelagsbólkur nú krevur, at fólkapensjónistar skulu lata sær lynda nú á nýggjárinum at missa upp til áleið 20% av teirra inntøkum er so óhoyrt, at vit sakna orð fyri tí.
Henda mótrokningin er út um alt mark ov ógvuslig, serstakliga tá hugsað verður um, at í Danmark verður ikki mótroknað í grundupphæddini í fólkapensjónini fyrr enn arbeiðsinntøkan fer uppum 277.700 kr. og er grundupphæddin í fólkapensjónini ikki burtur fyrr enn arbeiðsinntøkan fer upp um 490.100 kr. árliga. Í Danmark verður ikki mótroknað í grundupphæddini av inntøkum frá egnari pensjónsuppsparing.
Landsstýrið og løgtingið eiga at leggja sær í geyma at Føroyar – framvegis - eru í ríkisfelagsskapi við Danmark, sum eisini gjøgnum BLOKKIN rindar stóran part av fólkapensjónsútgjaldinum, og at lóggevandi valdið í Føroyum tískil ikki eigur at seta í verk nýggja pensjónsskipan, ið er so út av lagi nógv verri enn danska fólkapensjónsskipanin.
Verður henda mótrokningin framd, kann tað lættliga henda, at fíggjarliga javnvágin hjá teimum pensjónistum, sum longu hava nýtt part av síni lívsinntøku til uppsparing til egna pensjón, fer í sor.
Fólkapensión fyri øll er ikki varðveitt í uppskotinum!
Verður mótrokning í fólkapensjónini so ógvuslig, sum uppskotið leggur upp til, fáa fólkapensjónistar við miðalinntøkum og nakað hægri inntøkum ikki longur rætt at fáa nakað fólkapensjónsútgjald. Tá verður føroyska fólkapensjónsskipanin niðurlagað sum samhaldsføst sosialskipan, og vit fáa eina fátækrapensjónsskipan til teirra, ið hava lága ella onga eftirlønar uppsparing. Talan verður ikki longur um fólkapensión fyri øll, um hundraðtals pensjónistar nú á nýggjárinum verða blakaðir heilt burtur úr skipanini og mong onnur einans fáa ein brotpart av teirri fólkapensjón, tey áður fingu, einans tí tey í sínum virkna arbeiðslívi hava gjørt júst tað, sum nú fer at verða kravt av øllum: at spara upp til egna pensjón.
Tey tingfólk, sum í dag greiða fólki frá, at tað er eydnast at varðveita fólkapensjónina sum eina samhaldsfasta skipan fyri øll, fara tíverri skeiv. Fólkapensjónin verður ikki fyri øll komandi ár, verður uppskotið samtykt, og skipanin kann tá ikki av røttum verða kallað fólkapensjón.
Hetta fer at fáa negativar avleiðingar fyri undirtøkuna fyri fólkapensjónsskipanini, tí ikki kann væntast, at borgarar við góðum egnum pensjónsskipanum, teirra millum løgtingslimir, fara at hava tann stóra áhugan í at røkja eina almenna pensjónsskipan, sum teir sjálvir einki fáa burtur úr.
Verður mótrokning framd í tí líki sum lagt verður upp til í verandi pensjónsuppskoti, er vandi fyri at føroyska fólkapensjónin fánar burtur og blívur ein olmussukend fátækrapensjón.
Grundupphæddin í fólkapensjónini
Landsfelag Pensjónista kann ikki taka undir við, at grundupphæddin í fólkapensjónini verður avtikin. Grundupphæddin má metast at vera sjálv fólkapensjónin fyri øll, tann rættur sum øll hava til fáa útgjald úr landskassanum. Tó eigur grundupphæddin í fólkapensjónini at verða dagførd og regulerað og ikki framhaldandi standa í stað á 1999 støði. Og eigur grundupphæddin at vera eins høg til gift og ógift.
Mælt verður til, at grundupphæddin verður ásett til 5.448 kr. um mánaðin fyri bæði gift og ógift eins og í donsku fólkapensjónsskipanini. Í grundupphæddini skal kunna mótroknast við øllum inntøkum uttan egnari pensjón. Hetta fyri at stimbra hugin at spara upp til egna pensjón, sum jú er eitt høvuðsendamál við pensjónsnýskipanini.
Mótrokning í egnari inntøku 2010 - 2025
Í árunum frá 2010 til 2025 er ætlanin at mótrokningarprosentið í 10 stigum skal lækka úr 60% niður í 20% og er ætlanin somuleiðis at lækka mótrokningarfríu inntøkuna úr 59.800 kr. niður í 10.000 kr.
At mótrokningarprosentið verður lækkað niður í hóskandi støði er broyting, ið er góð og neyðug. At lækka mótrokningarfríu upphæddina er hinvegin ætlan, ið er til ampa fyri lágløntar fólkapensjónistar, tí hon skerjir møgulleikarnar hjá lágløntum at fáa meira burturúr av peningi við at arbeiða. Tað fer við øðrum orðum ikki at loysa seg betur at arbeiða, enn tað ger nú, hjá lágløntum fólkapensjónistum, um mótrokningarfría inntøkan verður alsamt lækkað. Og er hetta í mótstríð við ætlananirnar í uppskotinum, har dentur verður lagdur á at “tað skal loysa seg at arbeiða”.
Sambært uppskotinum skal mótrokningarprosentið lækkast heilt niður í 20% í 2025 og samstundis skal mótroknast av øllum inntøkum yvir 10.000 kr. Slík broyting í mótrokningarreglunum er broyting, sum ikki í serligan mun gagnar teimum mongu lágløntu, sum royna at hava parttiðararbeiði at vinna sær pening afturat pensjónini, - men gagnar slík mótrokning hinvegin í serligan mun høgtløntum, sum varðveita stóran part av fólkapensjónini, sjálvt um tey hava høgar arbeiðsinntøkur ella aðrar inntøkur afturat fólkapensjónini.
At lækka galdandi mótrokningarfríu upphæddina, ið nú er uml. 60.000 kr., er broyting sum er til skaða og ógagns fyri teir sera mongu lágløntu fólkapensjónistarnar, ið royna at arbeiða at vinna sær peningaligt ískoyti afturat fólkapensjónini.
Mótrokningarskipanin fer einamest at gagna háinntøkunum í 2021-2025.
Hyggja vit nærri at teimum útrokningum fyri tíðarskeiðið 2021-2025, sum vit hava fingið úr fíggjarmálaráðnum, leggja vit merki til nakað sera áhugavert. Meðan giftir fólkapensjónistar fara at verða blakaðir úr fólkapensjónskipanini í 2011, tá inntøkan verður hægri enn 277.400 kr. og ógift, tá inntøkan er farin upp um 345.650 kr., vísa framskrivingar av Excel-útrokningar hjá Kára Petersen, búskaparfrøðingi, at gift í 2025 fara at fáa fólkapensión líka til inntøkan er komin upp um 658.920 kr. og ógift til inntøkan er komin upp um 882.890 kr.
Hesi tøl vísa, at mótrokningin í fólkapensjónini fer at vera sera lagalig um 10-15 ár í mun til ta harðrendu viðferð, sum fólkapensjónistar við hægri inntøkum fara at fáa um bert fáar mánaðar.
Landsfelag Pensjónista kann ikki góðtaka, at núverandi fólkapensjónistar skulu mótroknast í fólkapensjónini nógv harðrendari enn tey, sum gerast pensjónistar um 10-15 ár og seinri.
Hví broyta mótrokningina?
“Høvuðsendamálið við broytingini er at styrkja hugin at hava inntøku í pensjónsárunum við arbeiði og egnari uppspardari eftirløn”, soleiðis stendur at lesa í viðmerkingunum til lógaruppskotið. Landsfelag Pensjónista undrast á, at hetta skal vera høvuðsendamálið heldur enn at veita fólkapensjónistum best møguligar fíggjarligar umstøður.
Fer høvuðsendamálið við broytingini at halda?
Óstortliga framferðin mótvegis teimum pensjónistum, sum longu hava spart upp til egna pensjón, kann ikki haldast at fara at fremja hugin hjá øðrum at gera tað sama. Skulu myndugleikarnar gera sær hugsing um at fáa breiða undirtøku fyri hesum høvuðsendamáli, eigur at verða farið nógv lagaligari fram móti teimum, sum spara upp til egna pensjón.
Um broytingarnar fara at eggja pensjónistum at arbeiða meir enn teir longu gera, tykist okkum ivasamt, og vit síggja, at uppskotsstillarin sjálvur ivast (síða 7 av 19). Men um so er, hvat arbeiði man vera at fáa hjá pensjónistum í dag? Verður mótrokningarfría upphæddin lækkað, soleiðis sum lagt verður upp til, fer hetta at skaða inntøkumøguleikarnar hjá teimum fleiri túsund fólkapensjónistunum, sum hava inntøku undir 60.000 kr. árliga. Og sum hava størstan tørvin á at vinna sær pening afturat fólkapensjónini.
Samanumtikið
Hóast glottar eru í uppskotinum fyri fólkapensjónistar, t.d at mótrokning millum gift verður avtikin og at kommunuskattahámark verður ásett, er uppskotið sum heild til so stórt ógagns fyri stóran hóp av fólkapensjónistum, at vit meta, at Almannamálaráðið eigur at leggja stórt arbeiði í at fáa uppskotið á rættkjøl. Niðanfyri hevur Landsfelag Pensjónista sett upp nøkur mál, sum vit meta eiga at verða rokkin í eini fólkapensjónsnýskipan, og skal landsfelagið enn einaferð bjóða seg fram at vera við til at gjøgnumarbeiða nýskipanaruppskotið, so vit í Føroyum kunnu fáa eina virðiliga fólkapensjónsskipan fyri øll.
Niðurstøða og tilmæli:
Mugu hava eina rættvísa og universella fólkapensjónsskipan fyri øll
Føroyska samfelagið eigur at fáa eina samhaldsfasta universella fólkapensjónsskipan fyri allar fólkapensjónistar – eina sosialskipan sum øll eiga at fáa gagn av. Eina fólkapensjónsskipan sum eigur at verða løgd í fasta legu frá fyrsta degi, og ikki sum hetta uppskot leggur upp til - verða broytt í tíð og ótíð - komandi 14 árini. Eisini er tað serstakliga týdningarmikið at uppskotið til nýggja fólkapensjónsskipan verður broytt, soleiðis at núverandi fólkapensjónistar ikki verða fyri grovum missmuni í mun til teir fólkapensjónistar, sum koma til í 2025 og seinni.
Landsfelag Pensjónista mælir tískil til, at mótrokningarprosentið verður fast ásett til 30% frá fyrsta degi, og at mótrokningarfría upphæddin verður í minsta lagi á sama støði sum hon er í dag (í løtuni uml. 60.000 kr.) og eigur henda upphædd at verða dagførd og regulerað uppeftir á hvørjum ári.
Landsfelag Pensjónista mælir somuleiðis til, at grundupphæddin verður varðveitt og verður ásett til í minsta lagi 5.448 kr. um mánaðin fyri bæði gift og ógift (sum er júst sama upphædd, sum verður nýtt sum grundupphædd til ávikavist gift og støk fyri árið 2010 í donsku fólkapensjónini).
Landsfelag Pensjónista mælir frá, at mótroknast skal í allari grundupphæddini við øllum inntøkum. Mótroknað eigur at kunna verða í grundupphæddini við øllum øðrum inntøkum enn inntøkum frá egnari pensjónsuppsparing. Hetta fyri at stimbra hugin at spara upp til egna pensjón.
Landsfelag Pensjónista heldur at tað er í lagi, at landsstýrið ætlar at víðka um inntøkugrundarlagið hjá landskassanum at fíggja okkara vælferðarsamfelag. Landsfelag Pensjónista mælir til, at hetta m.a. verður gjørt við at hækka landsskattin hjá høgtløntum, herundir høgtløntum fólkapensjónistum, við tveimum prosentum. - Hetta heldur enn at taka alla fólkapensjónina frá einum parti av fólkapensjónistunum.
Tískil verður mælt til at, landsskattastigin fyri árið 2011 verður broyttur soleiðis, at eitt skattastig verður sett afturat inn í landsskattatalvuna fyri 2011 - hetta soleiðis at fer inntøkan upp um 600.000 kr. verða latnar 160.000 kr. av 600.000 kr. og 38% av restini. Hetta nýggja skattastig, ið er ætlað háinntøkum, eigur at verða galdandi í árunum framyvir.
Samstundis má skattahámarkið hækkast við 2%, soleiðis at tað kemur uppá 54%.
Soleiðis fær landskassin fleiri inntøkur og vit varðveita samstundis samhaldsfasta prinsippið, at tað eru breiðastu herðarnir, ið skulu bera tyngstu byrðurnar. Á slíkan hátt fáa vit eina solidariska, rímuliga og rættvísa fólkapensjónsskipan sum verður fyri øll.