Fólkaræði á tímatalvuna í skúlunum

Í føroyska fólkaskúlanum áttu næmingarnir frá 5. flokki at havt fólkaræði sum lærugrein. Har skuldu teir lært, at orðaskiftir og grundgevingar eru hornasteinurin undir teimum avgerðum, ið verða tiknar í samfelagnum. Tað er ein misskiljing, at fittleiki, tøgn og undirlegni byggja land, og føroyingar eiga at gera upp við ta primitivu partapolitisku fjepparamentanina

Í Føroyum hava vit fólkaræði, og í Føroyum eru vit tí akkurát líka fólkaræðislig sum í øðrum fólkaræðisligum londum. Soleiðis man hugsanin vera mangastaðni, men spurningurin er, um hetta er satt. Fólkaræði hava vit gamaní í sam­bandi við løgtingsval og kommunuval. Vit greiða atkvøðu fjórða hvørt ár, og tá hetta er gjørt, hava vit givið nøkrum fáum politik­arum okkara vald at brúka eftir vild. Flestu veljarar taka eitt heilt valskeið ongantíð orðið alment um politiskar avgerðir, og ivaleyst seta nógv fólk seg heldur ikki í samband við nakran politikara. Vit atkvøða og eru so trúgv ímóti okkara myndugleikum til næsta val.
 Men hetta er ikki at vera virkin fólkaræðisliga. Fólkaræði merkir júst tað, sum orðið sigur, at ræðið er hjá fólkinum. Tað vil so siga, at atkvøðan fjórða hvørt ár er ikki einasti háttur at vera við í fólkaræðisligum tilgongdum. Nógv meira enn atkvøðan við hvørt val er almenna orðaskiftið hornasteinurin undir fólkaræðinum, ið ongantíð má fara í rot, men allatíðina eigur at skáka seg sjálvt og á tann hátt mennast. Á hesum økinum kundi staðið munandi betur til í Føroyum. Nøkur eru tey, sum taka orðið alment, ikki minst politikarar, fakfólk av og á og viðmerkjarar annars. Men hesi fólk eru ikki mong í tali. Tey eru fá.
 
Ungdómurin vantar
Haraftrat kemur, at tann skapandi og virkisfýsni andin, sum býr í fólki millum 20 og 30 ár, er sera veikur í Føroyum. Hvørt ár í august mánaði minkar fólkatalið munandi, tí ein stórur partur av føroyska ung­dóminum fer uttanlands at lesa. Hesi fólkini hvørva úr føroy­ska fólkaræðinum, meðan tey standa í besta blóma, og eru tí ikki við til at gera av, hvussu samfelagið skal skipast. Jú, tey sleppa at atkvøða, meðan tey lesa uttanlands, men á tann hátt leggja tey sítt vald í hendurnar á nøkrum fáum politik­arum, ið neyvan lyfta eygnabrýrnar fyri at takka teimum fyri atkvøðuna. Teir hava fingið atkvøðuna, og tá er valdið teirra.
Í øllum livandi fólkaræðisligum londum fer ungdómurin upp á barrikadurnar, tá hann heldur tað vera neyðugt. Lestrarumhvørvini eru mangan um at bresta av progressiviteti, og í stirðnaðum politiskum umhvørvum, ið ov leingi onki mótspæl fingu, fata hugsandi politikarar fyrr ella seinni, tá nýggir vindar fara at blæsa. Teir mugu tá laga sín politikk eftir teirri tíð, ið er um at koma. Hetta var ikki minst støðan í USA undir Vietnam-krígn­um, tá serliga ungdómurin reisti seg ímóti harðræðinum hjá stati­num. Orsakað av sangi, røðum og rópum mátti stjórnin at enda steðga vitleysa krígnum, ið kostaði 58.000 ungum amerikanarum lívið.
Í Føroyum vantar okkum ung­dómsins villskap og progressivitet, og tað einasta mótspælið, ið politiska skipanin fær, er tí mótspælið, ið miðaldrandi og eldri idealistar geva skipanini. Summi hava átikið sær at vera tey, sum journalistiskt finnast at skeivum avgerðum. Onnur hava tikið upp á seg leiklutin at vera við­­merkjarar, tá tað krevst. Upp­­­­­aftur onnur kunnu einstakar ferðir gerast so indignerað, at tey skriva í bløðini okkurt harmaljóð um órætt­vísa atferð. Men hava vit í landi­­num eitt breitt orðaskifti um samfelags­viðurskifti, har fólk við fjøl­­broytt­um og væl undirbygdum meiningum gera vart við seg? Tað hava vit ikki.
 
Sekterisk fjepparamentan
Einasti vegur at koma longur fram á leið á hesum øki er at uppala fólk í fólkaræðisligari hugsan. Politisku flokkarnir hava mangan gramt seg um, at teir hava so truplar umstøður at gera eitt nøktandi arbeiði. Skrivstovurnar eru veikar, pengarnir eru fáir, og góðskan á politiska arbeiðinum verður tí ov svikalig, ja, mangan tilvildarlig, siga teir. Pengar krevjast sjálvandi fyri at gera eitt nøktandi arbeiði, men pengar eru ikki høvuðstrupulleikin. Høvuðstrupulleikin er, at fólki í politisku floksapparatunum vantar fólkaræðisliga skúling. Tað er ikki nóg mikið hjá flokkum at dúva upp á sekteriskar viðloyparar. Teir mugu eisini hava fólk, ið duga at skifta orð og skilja fólkaræðisligar tilgongdir, ja, sum hugsa reiðiliga. 
Mín pástandur er, at vit í Før­oy­um hava eina sekteriska politiska mentan, sum als ikki er fólka­ræðis­liga uppbyggjandi. Ert tú sam­bandsmaður, heldur ein tjóð­veldis­maður teg vera eitt tvørball. Ert tú javnaðarmaður, snerkir ein fólka­floks­maður at tínum grenji. Velur tú Miðlflokkin, ert tú ein átrúnaðarligur ørvitis­knokkur, sum heldur skuldi verið í hóv­liga Sjálv­stýris­flokkinum. Júst sum í bardøg­um millum átrún­aðir steðgar alt orðaskifti við, at øll spjaldra­merkja hvønn annan. Substansurin í teim­um mangan áhuga­verdu málunum hvørv­ur tí sum døgg fyri sól, og øll verða taparar, tí avgerðirnar verða ónøktandi.
Hesi sekterisku fjepparamentan mugu vit sleppa okkum burturúr, men tað sleppa vit ikki, um hesin primitivi fjepparahugburðurin áhaldandi verður lagdur niður í okkara børn. Vit mugu venda skútuni. Her kann fólkaskúlin vera við til at menna føroyska fólka­ræðið. Tað er sjálvandi alneyð­ugt, at fólk læra at lesa, skriva og rokna, tí dugir tú ikki tað, fært tú illa virkað í samfelagnum. Men tað er sanniliga eisini neyðugt, at tú lærir, hvussu spælireglurnar eru í samfelagnum, og hvussu tú sum borgari kanst gera tína ávirkan galdandi í tínum vaksna lívi. Hetta eiga føroysk børn at læra bæði væl og virðiliga, og tað kunnu tey gera við fólkaræði á tímatalvuni frá til dømis 5. flokki í fólkaskúlanum.
 
Klovin samleiki
Føroyingar eru oyggjafólk við ein­um klovnum samleika. Í huga­heimi­­num fata vit okkum sum land, ið er eins framkomið og onnur vestur­lendsk lond, og tí krevja vit allar teir ágóðar, sum onnur hava. Men djúpt í okkara sál eru vit eisini andliga óframkomin, eins og av­byrgd oyggjafólk ofta kunnu vera. Vit halda til dømis ofta, at fólk, sum taka orðið alment, gera seg upp og halda gang. Tey, sum av røtt­um finnast at myndug­leikum, verða ofta hildin at vera upp­­­reistrar­fólk, ið bara vilja skapa ruðuleika. Tey, sum seta spurnar­tekn við átrún­aðarligar dogmur, verða summa­staðni hildin at skaða alla før­oy­ska mentan, ja, alt sálarlív á fold.
Alt hetta er tað reina møsn. Hvør einstakur okkara hevur rætt til at hava egna trúgv og egna politiska sannføring, og ongin eigur at gera seg inn á okkara sannføringar. Men tað er sanniliga eisini loyvt einum og hvørjum at vera við í fólkaræðisligu tilgongdunum í samfelagnum og seta spurnartekn við alt, sum skapar iva. Hesin rættur hevur seinastu 2-300 árini skapt tann framburð, ið hevur verið í vesturheiminum. Tá menniskjan sum einstaklingur varð loyst úr trælkandi haftum, um tey so vóru politisk ella átrúnaðarlig, blómaði hon og samfeløgini við. Besta dømið um hetta man vera gongdin, ið hevði við sær, at USA gjørdist heimsins máttmiklasta land.
 So hví skulu vit hava fólkaræði á tímatalvuna í fólkaskúlanum? Tí tað er í lagi at reisa seg og taka orðið. Tað er í lagi at menna sínar retorisku gávur og læra seg at grundgeva so væl, at tað at enda verður skil í tí, tú sigur. Eitt virkið fólkaræði skapar framburð og syrgir fyri, at politiska skipanin ikki verður ein deyður hylur, sum rotin deymur stendur uppúr. Tað er ein ógvuliga stór misskiljing, at fittleiki, tøgn og undirlegni byggja land. Bara valdsharrar og ógvuliga konservativ fólk, sum ikki orka gang, kunnu finna uppá at siga nakað sovorðið tvætl. Latið okkum tí við fólkaræði á tímatalvuni siga, at vit seta rationalitet, realismu og samfelagsmenning í hásæti - tí tað er neyðugt.