Í fólkaræðisins háborg

Millum gudamyndir, halgubók, revsilógina, mannarættindasáttmálan, tolsemi, rættartrygd og glíðibreytir varð skjøtul settur á 1. viðgerð av uppskotinum um at skoyta kynsliga orientering upp í grein 266b í revsilógini. Kjakið avdúkaði, at gjógvin millum partarnar er breið og djúp


Klokkan er 14.20, og fjølmiðlafólk tysja aftur og fram í gongini. Sólin sendir heitar geislar gjøgnum glasveggirnar og inn eftir myrkagráa gólvinum.
So trínur hon fram á gólv. Danska Nynne Nørup, sum hevur um 17.000 undirskriftir í skjáttuni við sær úr Danmark. Danskir og føroyskir kameramenn kappast um at sleppa framat, tá undirskriftirnar verða handaðar løgtingsformanninum. Tíðindaleiðarin í SvF er kvikastur at stinga stóru og ófantaligu mikrofonina í andlitið á ungu gentuni.
                      - Samvitskan tvingar meg, sigur hon frammanfyri forvitnu fjøldini.
 
Einki kaffi í dag
Løtu seinni setir tingformaðurin hol á viðgerðina. Áhoyrarar standa sum sild í tunnu aftast í tingsalinum. Umboð úr Friðarboganum og Amnesty eru møtt upp. Men tey eru ikki einsamøll. “Vit siga eisini nei!”, stendur at lesa á T-shirtum hjá einum riðili av ungdómi. Onkur teirra tykjast ikki vera meiri enn 12-13 ár. Ein trúboðari tutlar mær í oyra, at flestu teirra eru úr Kelduni á Skálafjørðinum. “Tú meinar bíbliubeltinum!”, letur speiskliga í einum øðrum.
Hvør einasti áhoyrarasessur er tikin, og mannamúgvan røkkur langt út í gongina. Ein tjúkkur togendi forðar fyri, at eingin kemur ov langt inn í tingsalin. “Tað verður ikki lætt at fáa kaffi í dag”, letur í Henriki Old, meðan hann trýstir seg ígjøgnum mannamúgvuna.
Myndamenninir Kalmar Lindenskov og Jens Kristian Vang renna aftur og fram, tá Finnur Helmsdal, uppskotsstillari, leggur fyri. Ein riðil av tingmonnum fara síðani upp at mótmæla. Karsten Hansen, Gerhard Lognberg, Óli Breckmann og Bill Justinussen ávara staðiliga ímóti sonevndu glíðibreytini.
- Hvat verður tað næsta?, vilja teir vita.
 
Møti ella tingfundur?
Stásiligir kvinnuligir skrivarar og starvsfólk ganga løgtingsmonnunum til handa við pappírsbunkum í fanginum. Ei undur í, at tingmenn ikki skoyta um økta javnstøðu. Teir sita sum rættir patriarkar, meðan kvinnurnar ganga til handa.
So kemur kjakið veruliga í gongd. Lítið nýtt at hoyra. Eini parturin tosar um tolsemi, mannarættindi og fólkaræði. Hin tosar um glíðibreytir, Guds vilja og serlóggávu. Jenis hevur greiðastu boðini.
- Lóggevið ikki ímóti Gudi! Minnist Sodoma og Gomorra!, heitir hann inniliga á tinglimirnar. Tvær eldri kvinnur aftast í salinum nikka samtykkjandi, meðan ein miðaldrandi kallur spyr, um talan er um eina tingviðgerð ella eitt møti?
- Fyri Jenis er eingin munur, letur í einum øðrum.
 
“Mørkets og djævelens time”
Men spakuliga fer kjakið av sporinum. Í øllum førum um tú hevði vónað, at málið skuldi viðgerast á einum politiskum og løgfrøðiligum grundarlagi. Tað meta allir tinglimirnir nevniliga ikki. Halgabók og Hin Alvaldi verða við jøvnum millumbilum drigin inn í myndina, og so við og við verður málið viðgjørt sum ein trúarspurningur burturav. Jógvan á Lakjuni vísir til Hann, sum yvir øllum ræður. Og Gerhard Lognberg sigur, at hetta er “mørkets og djævelens time”, um uppskotið verður samtykt.
Taktiski brølarin hjá ja-síðuni er, at tey í ein mun ganga við til hesar “premissur”. Annita á Fríðriksmørk fer at tosa um revsilógina í gamaltestamentliga Ísrael. Poul Michelsen lovar, at hann ikki er longri burturi frá Várharra enn tey, sum atkvøða ímóti. John Johannesen tosar um sína egnu bíbliufatan. Og Finnur vissar um, at uppskotið ikki er ein uppgerð við kristindómsins leiklut.
                      Meðan ymsar gudamyndir og bíbliutulkingar koma til sjóndar, royna tungu dreingirnir at hála á hin bógvin. Teir halda fast um, at málið ikki er ein trúarspurningur. Jóannes Eidesgaard, Høgni Hoydal og Anfinn Kallsberg hugleiða um rættartrygd, evropeiska mannarættindasáttmálan og sivil rættindi. Løgmaður og andstøðuleiðari siga seg atkvøða fyri, meðan Anfinn mælir til at umseta orðingarnar í evropeiska mannarættindasáttmálanum til føroyska lóg. Hesir tosa sama mál. Nú líkist tað meiri eini vesturlendskari tingviðgerð.
 
Ábendingar um eitt “Nei”
Men reyði tráðurin gerst alsamt kámari. Samanvavsturin av átrúnaði, politikki og løgfrøði gerst sjónligari. Ymsu tingmenninir tosa hvør sítt mál í hvør sínum alheimi. Teir eru ikki samdir um, hvat málið snýr seg um. Og tí gerst kjakið ósamanhangandi og til tíðir vánaligt.
Tað tynnist millum áhoyrarar. Vit eru komin langt út á seinnapartin, og farið er at skýma. Kringvarpsfólkini eru farin. Tey ungu úr Kelduni eru farin. Og tað tynnist eisini millum tinglimirnar. Teir, sum ikki eru farnir til hús, fara upp at vála. Summir tosa í fartelefon. Aðrir lesa nýggjastu bløðini.
Eftir viðgerðina eru fleiri tingmenn samdir um, at uppskotið fellur. Uttanfyri er vorðið myrkt. Og í durunum fær Kristian Magnussen sær eina sigarett.
                      - Shalom!, heilsar hann so blídliga, áðrenn undirritaði fer út í myrkrið.
Gjógvin millum partarnar er breið og djúp. Og viðgerðin endurspeglar eina nationala uppgerð. Ein samanbrest millum tvær ymsar heimsmyndir. Tvær ymsar lívsáskoðanir. Tveir partar, sum báðir vilja draga Føroyar hvør sín veg.