Fólkatalið í Sunda kommunu rundað 1.800

13. november fingu Súsanna og Rúni ein son, ið kann kalla seg borgara nummar 1.800

Fyri fyrstu ferð nakrantíð eru fleiri enn 1.800 fólk í Sunda kommunu. Tað eru Súsanna og Rúni í Streymnesi, ið 13. november fingu ein son, ið nú kann kalla seg borgara nummar 1.800. Hetta fortelur Sunda kommuna í dag. 

 

Borgarstjórin var í vikuni og ynskti familjuni tilllukku við soninum, og hann gav teimum eina heilsan frá Sunda kommunu.

 

1. januar 2005, tá kommunurnar løgdu saman, vóru 1.558 fólk í kommununi. Fólkatalið hevur sveiggjað nakað, men ongantíð er talið farin niðurum 1.500. Sunda kommuna er 4 yngst í Føroyum, tá talan er um miðalaldur, og har búgva nógvar barnafamiljur.

 

Kommunan skrivar, at hóast fólkatalið samlað er í vøkstri, so eru smærru bygdirnar minkaðar í fólkatalið seinnu árini. Her sæst yvirlit av fólkatalinum í Sunda kommunu:

 

Bygdir20052018
Gjógv5431
Haldórsvík162114
Tjørnuvík7157
Langasandur3639
Hósvík297320
Hvalvík219255
Streymnes198311
Saksun328
Oyri137175
Oyrarbakki105170
Norðskáli247321

 

Tilsamans

 

1558

 

1801