Nýggj uppgerð frá Hagstovu Føroya vísir, at tað eru vorðnir 80 fleiri vágamenn í ár.
Í uppgerðini, sum staðfestir broytingar í fólktalinum fyrstu sjey mánaðirnar í ár, er fólkavøksturin í Vágoynni tann størsti ? trý prosent.
Tá hetta árið byrjaði búðu 2.648 fólk í Vágum, meðan hesi nú eru vorðin 2728. Hetta er ein vøkstur upp á 80 fólk, sum serliga stavar frá tilflyting. Burðaravlopið var frá januar til juli 11, meðan nettoflytingin var 69 fólk.
Spurningurin er so, um hetta hevur nakað tilknýti til undirsjóvartunnilin um Vestmannasund at gera.
Minkar norðanfyri
Meðan flestu økini í landinum hava havt fólkavøkstur fyrstu sjey mánaðirnar í ár, hevur norðasti parturin av landinum verið fyri mannfalli.
Í norðoyggjum búgva nakað færri fólk nú enn við ársbyrjan, og minkingin stavar serliga frá Klaksvíkarøkinum. Har búðu 23 fólk færri í juli enn í januar, og kemur hendan minking av fráflyting.
Restin av norðoyggjum hevur verið fyri lítlum vøkstri, men samanlagt er talan um eina lítla afturgongd.
Í Klaksvíkarøkinum búðu síðst í juli 5.206 fólk, meðan restin av Norðoyggjun hevði 722 íbúgvar.
Lítil minking er eisini í fólkatalinum í norðara parti av Eysturoynni, hóast her er talan um evarska lítla minking upp á 1 fólk. Í hesum øki búðu í juli 1.576 fólk.
Fleiri sumbingar
Sunnast í Føroyum er góður vøkstur í fólkatalinum, tí fyrstu sjey mánaðirnar í ár vaks fólkatalið í Sumba við 24 fólkum, og í Skálavík á Sandoynni gjørdust tey 23 fleiri. Tað hevur við sær ein prosentvøkstur upp á heili 13,5%.
Hóast Runavík hevur fingið oljuhavnina, so er tað Gøta, sum er lutvíst vaksin mest í fólkatali fyrstu mánaðirnar av árinum. Í Gøtu gjørdust tey 26 fólk fleiri og eru nú 994, meðan tey vórðu 36 fleiri í Runavík og eru 2.511.
Tórshavnarøkið veksur støðugt, og fyrstu sjey mánaðirnar í ár gjørdust tað 291 fleiri fólk í høvuðsstaðarøkinum, sum eisini umfatar Kollafjørð.
Samanlagt fyri allar Føroyar er talan um vøkstur í fólkatalinum upp á 1,3 prosent. Tað gjørdust 620 fleiri føroyingar frá januar til juli, og hesin vøkstur stavar fyrst og fremst frá tilflyting.
Síðsta dagin í juli búðu 46.816 fólk í Føroyum.