Nú er greitt, at nýggi flokkurin hjá danska vinnulívsmanninum Klaus Riskær Pedersen stillar upp til komandi fólkatingsval. Hetta váttar danska Búskarar- og Innlendismálaráðið, sum hevur góðkent flokkin, fyri TV2 í dag.
Nýggi flokkurin eitur eftir stovnaranum sjálvum - Klaus Riskær Pedersen - og flokkurin fer at hava bókstavin “E”.
Tað er ein vika síðani, at Klaus Riskær Pedersen fekk neyðugu undirskriftirnar, sum kravdust fyri at kunna stilla upp. Hesar vóru 20.109 í tali, og tað hevur gingið óvanliga skjótt at savna allar undirskriftirnar saman. Riskær fór undir at savna undirskriftir saman 6. november.
Mánadagin var ein veljarakanning, sum vísti, at nýggi flokkurin fer at fáa 1,4 prosent av atkvøðunum til komandi fólkatingsval. Markið til eitt pláss í tinginum er 2 prosent, so sambært veljarakanningini røkkur hann ikki einum sessi í núverandi løtu.
Klaus Riskær Pedersen hevur nógv ymiskt at vísa fram á cv’inum. Umframt at vera íverkseti, vinnulívsmaður, rithøvundur og provokatør, so er hann eisini fyrrverandi brotsmaður. Hann hevur sitið búraður inni í fleiri ár aftaná fleiri ymsar dómar, hann hevur fingið í sambandi við umfatandi pengasvik.
Umframt Klaus Riskær Pedersen eru tað tvey onnur valevni, sum bjóða seg fram. Tað eru Peter Hjorth og Rolf David Gøtze.
Fólkatingsvalið verður í seinasta lagi 17. juni.