Fólkatingsvalið góðkent

Tað nývalda Fólkatingið góðkendi í dag úrslitið av valinum, og tey, sum ikki vóru í tinginum undan valinum, skrivaðu undir uppá, at tey vilja halda grundlógina. Lógin sigur, at tinglimirnir skulu vátta, at teir vilja halda grundlógina. Teir verða kortini ikki koyrdir úr tinginum, um teir sýta fyri at skriva undir, men so sleppa teir ikki at taka lut í tingarbeiðinum.

25 av teimum 179 fólkatingstinglimunum vóru ikki á tingfundinum í dag. Millum teirra, sum ikki vóru í tingsalinum, vóru Helle Thorning-Schmidt, Margrethe Vestager, Villy Søvndal og Pia Kjærsgaard. Henrik Sass Larsen, sum er tað stóra samrøðuevnið á Christiansborg og uttanfyri, var heldur ikki á tingfundinum í dag.