Fólkavald kommuna í 100 ár

Oddagrein:

Í dag eru 100 ár liðin, síðan havnarfólk á fyrsta sinni valdu fólk í Tórshavnar býráð at stýra býnum, og hetta fer at merkja høvuðsstaðin komandi árið.

 

Nógv er broytt í Havnini hesi hundrað árini. Gamla Havnin var úti á Reyni, niðri í Gongini og kring Vestaruvág. Býarmenningin gjørdi, at býurin vaks norðureftir, niðan eftir Tinghúsvegnum og vestureftir framvið Eystaruvág.

 

Havnarfólk eru so heppin, at stórur partur av býarsøguni er savnað og skrivað í “Havnar Søgu”, sum Jens Pauli A. Nolsøe og Kári Jespersen hava skrivað. Tvey bind eru higartil komin út, og fevna tey um tíðarskeiðið fram til amtstíðina í 1816. Framhald av býarsøguni kemur í næstum.

 

Nógv er annars skrivað um Havnina, eitt nú skrivaði William Heinesen, mata skald okkara og heiðursborgari í Havn, bókina “Tann deiliga Havn” – heitið, sum gjørdist slagorðið, sum býurin tók til sín. Har hugleiðir William m. a. um gamla býarpartin, har hann varð føddur og vaks upp:

 

“Bringsnargøta var sum áður sagt ein av høvuðsgøtunum í býnum, men í so máta kundi hon tó ikki metast javnt við Gongina. Mangan droymi eg enn, at eg fjakki har, og at henda tronga og langa gøtan aftur er mær ógreið og gátuført óendalig, soleiðis sum hon tóktist mær at vera, fyrsta eg minnist. Eg gangi meg móðan og missi meg sjálvan burtur í hesum villingarsama krønglinum. Her er líkt sum í Singapore ella Hongkong ella onkum øðrum fjarløgdum og royktámutum, gomlum, hálvvillum stórbýi. Gjøgnum gluggar og opnar dyr sært tú inn í roykstovur og náttljósar krambúðir. Vertshúsið, ella Hotel Djurhuus, sum var hitt fínara heitið, dagar høgt upp móti dimmari luft, stórt og margháttliga samanbygt sum eitt asiatiskt kloystur. Á báðar hendur eru skýmligar tvørgøtur við brúgvum ella trappum. Upp móti himni hevjar seg Nólsoyarstova sum ein veneziansk glæstriborg…”

 

Um tað mundið og tíðina eftir 1909 sæst býarplanlegging seta dám á Havnina. Tað sást longu, tá Tinghúsvegurin varð bygdur seinast í 19. øld, men eitt nú Bøgøta, Sverrisgøta, Tróndargøta, Magnus Heinasonargøta og Rabarbukvarterið eru talandi dømi um hepna planlegging. Mads Andreas Winther, sum tók við sum borgarstjóri 1. januar í 1909 mundi valla ímynda sær tann framburð og vøkstur, sum býnum hevur verið fyri síðani tá.

 

Borgarstjórin á 100 ára degnum, Heðin Mortensen, kann saktans vera stoltur av býnum, eins og allir aðrir havnarborgarar. Tá Heðin Mortensen varð valdur í býráðið á fyrsta sinni, var kommunan ikki komin til pensjónsaldur, og nú stendur hann við stýrisvøl sum best umtókti borgarstjóri nakrantíð.

 

Vit ynskja øllum havnarborgarum hjartaliga tillukku við degnum í dag!