Fólkavognur mest seldi bilur í Føroyum

Volkswagen er higartil í ár mest seldi bilur í Føroyum.

 

Tað vísa nýggjastu hagtølini frá Aktstovuni, sum hevur gjørt bilasøluna upp fyri tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár.

 

Sølan av bilum veksur støðugt, og framgondin higartil í ár er eisini tann sama, sum hon hevur verið í longri tíð. Higartil í ár eru seld 606 nýggj akfør. Tað eru 56 fleiri enn somu tíð í fjør, ella ein vøkstur upp á 17,44 prosent.

 

Seinastu mongu árini hevur tað serliga verið Toyota, sum hevur verið mest seldi bilur í Føroyum. Í fjør og í 2013 var tað Citroen, sum vann á Toyota um at vera fremst. Í fjør varð seldur ein Citroen bilur fleiri enn Toyota.

 

Men higartil í ár er tað so Volkswagen, sum hevur tikið leiðsluna. Seldir eru 67 Volkswagen, 66 Toyota og 62 Citroen.

 

Skrásett nýggj akfør tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár:

 

 

VOLKSWAGEN

67

TOYOTA

66

CITROEN

62

MITSUBISHI

62

NISSAN

52

FORD

44

HONDA

22

PEUGEOT

21

SUZUKI

19

VARIANT

19

 

 

 

Her er vert at leggja til merkis, at á tíggjunda plássið er komin viðfestisvognamerkið Variant.

 

Samlað skráseting av nýggjum bilum av merkjunum Toyota, Citroen og Ford árini 2008-2015:

 

 

2008

2009

2010

2011

2012

2013

2014

2015

Tilsamans

1

Toyota

163

99

135

148

196

239

310

310

1600

2

Citroen

91

87

108

135

184

260

292

311

1468

3

Ford

125

77

95

89

94

123

215

204

1022

 

 

Skrásett nýggj akfør tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár:

Akfaraslag mar/2016mar/2015Broyting Mar 16/15 Jan-Mar 2016 Jan-Mar 2015 Broyting 16/15 %broyting 16/15
Bussar 11012-1-50.00 %
Hýruvognar 220844100.00 %
Kampingbilar 000101ódef.
Kampingvognar 22032150.00 %
Lastbilar 11053266.67 %
Leguvognar 000101ódef.
Lendisakfør 03-327-5-71.43 %
Motorsúkklur 202404ódef.
Persónbilar 156159-34654115413.14 %
Prutl 34-196350.00 %
Tangabilar 00001-1-100.00 %
Viðfestivognar 151143223939.13 %
Vøruvognar 191726556916.07 %
Samlað: 20420046065169017.44 %