Fólkayvirlitið

ein stuut presentatión av bólkinum, við spurningum og svarum

8 tónleikarar manna Fólkayvirlitið.

Karl Anton Klein: sang, guitar og keyboards.
Dagbjartur Meyer: sang og percusion.
Johannes Johannessen: guitar og sang.
Frans A. Galán: guitar, sang og percusion.
Andreas Pauli Poulsen: bass.
Andreas Dalsgaard: trummur.
William S Olsen: percusion og trummur.
Bjartur Fríði Clementsen: keyboards.



Hvaðani kemur navnið»Fólkayvirlitið«?
? Jamen vit liva í einum eftirlitssamfelag, har øll hava eftirlit og yvirlit við øllum, og øll fólk eru innskrivað í fleiri yvirilit av ymiskum slag. Men vit eru nú yvirlitið yvir øllum yvirlitum. Og vit góðtaka eisini samkynd.

Hvussu nógvir tónleikarar eru tit?
? Vit spæla ikki bara tónleik, vit eru eitt sirkus. Vit eru 8 sum spæla og so hava vit eisini 2 bodyguardir og 2 sleiparar. Vit mugu hava fólk, sum hjálpa okkum og verja okkum, tí tað er sera kalt á toppinum í føroyska tónleikaheiminum.

Tit eru eitt framhald av bólkinum einkikanndiskuterast.altkann. Hví hildu tit ikki bara fram í tí bólkinum?
? Tí hitt var for katagoriskt. Tað nyttar ikki at eita einkikanndiskuterast, tá alt allíkavæl verður diskuterað allatíðina. Vit eru næstan sama manning, men hava fingið 3 nýggjar at hjálpa okkum.

Hvønn tónleik spæla tit so?
? Vit spæla góðan tónleik. Bara góðan tónleik. Tekstirnir snúgva seg um sex, gud og samfelagið. Fyrr sungu vit bara um gud og samfelagið, men nú fyllir sex eisini nokkso nógv. Vit syngja á føroyskum og enskum. Viðhvørt mest á føroyskum og viðhvørt mest á enskum. Tað er fyri tað mesta Karl Anton Klein sum skrivar tekstirnar.


Hvussu ofta venja tit?
? Av tí, at vit eru so nógvir, er tað ringt at finna venjingartíðir, tá allir kunnu. Allir limirnir spæla eisini í fleiri bólkum, tí hetta eru teir absolut bestu tónleikararnir í býnum, Hetta er kremið av kreminum. Men vit royna at samskipa tað soleiðis, at vit eisini fáa vant saman viðvørt.

Hvussu kennist tað so at fáa tann ótrúliga heiður at vera fyrsti bólkur, ið spælir í Miðlahúsinum í Vágsbotni?
? Tað er stórt. Og eitt alvorligt herðaklapp. Vit eru ræðuliga glaðir fyri tann heiðurin. Og eisini tí vit koma í søguna, sum fyrsti bólkurin í Vágsbotni. Vit vóna veruliga, at hetta verður eitt veruligt tónleikastað, har sum nógvir bólkar kunnu koma at framføra framyvir.

Er tað tørvur á spælistøðum í Havnini?
-? Nei, ikki í Havn. Vit hava jú Margarinfabrikkina, har vit altíð kunnu framføra. Annars eru nógvir kjallarar runt umkring í Havnini, har tað eisini saktans ber til at framføra. Hvis man veruliga vil spæla, so finnur man eisini altíð eitt stað.

Men tíma fólk at koma á tílíkar konsertir?
? Tað er rættiliga ymiskt. Summi tíma og summi tíma ikki. Men vit leggja ikki so nógv í, um tað ikki eru so nógv fólk. Ein nýggj amerikansk kanning hevur nevniliga víst, at um tað eru for nógv fólk til konsertir, so tekur tað spæligleðina frá tónleikarunum, so vit eru faktist glaðir fyri, at tað ikki eru so nógv fólk altíð.