Fólkið er enn á veg

Umafturafturum við Høgna Djurhuus

“Hvor er folket?”

Spurdi hon, tá hon steðgaði súkkluni í túninum við Christiansborg.

Fólkið? Spurdi eg, hvat fyri fólk?

Tey, sum ætla at mótmæla, svaraði hon og tók súkkluhjálmin av. Men tey eru helst á veg.

Mær nýttist ikki at spyrja, tí eg bæði sá og hoyrdi, at hon var virkin vinstru megin miðjuna í sjeytiárunum. Og var framvegis røttu megin miðjuna, sum nú aftur er vinstru megin miðjuna í Danmark.

Mótmæla? Mótmæla hvørjum í forgarði fólkaræðisins. Danska stjórnin er jú reyð, sigst. Kanska ikki myrkareyð, men onkurs vegna reyð kortini. Hví mótmæla?

Sjálvur var eg veg inn í miðbýin eftir ein góðan danskan frokost við nógvum feitti og góðum vistfrøðiligum snapsi á hinari vektskálini.

Visti ikki um nakað mótmæli. Avgjørdi at bíða í fólkatingstúninum fyri at vita, hvat hendi. Nøkur fólk vóru longu har. Ein pallur var eisini settur upp, og uppi á honum royndu tey ljóðið. Okkurt var á vási. Fólkið ætlaði at gera vart við seg.

Jú, har kom ein mótmælisgonga av Ráðhústorginum. Við reyðum fløggum, herrópum og arbeiðarasangum, júst sum tá í sjeytiárunum. Tað ger sum sagt ongan mun, um ríkisstjórnin er reyð. Alt er av fananum til kortini. Lummapengarnir úr statskassanum minka. Dagpengar, arbeiðsloysi og fátækradømi. Øll hasi hjáárinini av vælferðini. Nøkur fá eiga allar pengarnar í landinum. Tey, sum longu eiga, fáa bara meira og meira. Onnur hava bara ráð til øl. Tíbetur er øl bíligt í Danmark.

Hóast stjórnin er reyð, ræður kapitalisman.

Tey marsjera inn í túnið og taka støðu.

Síðani røður og tónleikur. Kendi onkran sangin aftur frá skúlatíðini í Tvind, í Den Rejsende Højskole. Boðskapurin í røðunum júst tann sami sum fyri fjøruti árum síðani. Her var so fólkið í fólkaræðinum í túninum hjá borgini. Hví byrgir fólkaræðið seg inni aftan fyri múrar av stórum steinum? Onkur fólkavaldur gloppaði eitt vindeyga heilt har uppi fyri at hoyra betur, men vindeygað fór skjótt aftur aftur.

Har vóru eisini fakfelagsfólk og fólk á Eindarlistanum, sum stuðlar stjórnini.

Og professionell mótmælisfólk, sum hava mótmælt øllum stjórnum seinastu 40 árini.

Pseudososialisman var ikki júst tað, sum tey droymdu og framvegis droyma um. Hon er ov semjusøkjandi og byggir á neyðloysnir, sum byggja á aðrar neyðloysnir. Kommunismu rópar eingin um longur, nú verður bara teskað um hana.

Anarkisma. Hvat var tað nú, tað var?

Tað er ein demokratiskur rættur hjá øllum at mótmæla demokratinum. Kanska enntá ein demokratisk skylda. Ella ein demokratisk neyðloysn bara at mótmæla í staðin fyri at brúka skarpari lút.

Hvar er fólkið? Tað er ein góður spurningur. Konan í hjálminum á súkkluni setti súkkluna frá sær, og fór at bíða eftir fólkinum, sum var á veg av stóra torginum.

Hon væntaði ongan bardaga, so hon tók hjálmin av og hongdi hann á hjólhestin.

Hjálmurin er eini harraboð frá demokratinum, so millum annað tey, sum mótmæla demokratinum, fáa ikki ilt í høvdið.

Eg lurtaði eina løtu eftir mótmælum og fór so út í arbeiðaraproletarbýlingin at drekka eina sterka øl fyri kollveltingina, sum heldur ikki kom tann dagin.

Fólkið kom, sá – og tapti eina ferð afturat.