Fleiri túsund fólk úr øllum heraðshornum í Danmark vóru fyrrapartin á slotsplássinum á Amalienborg, har tey fagnaðu Fríðriki krúnprinsi, sum í dag fyllir 50 ár. Umframt Dannebrog fløgg vóru eitt nú grønlendska flaggið og føroyska Merkið at síggja í stórum tali.
Krúnprinsurin var fleiri ferðir á svalanum saman við konuni, Mary krúnprinsessu, og teimum fýra børnunum. Tey veitraðu til fjøldina, og krúnprinsurin gav aftur og aftur til kennar, hvussu fegin hann var um, at fólkið heilsaði honum.
Saman við krúnprinsinum og familju hansara var Magreta drotning á svalanum. Eina løtu vildu miðlarnir vera við, at hon fór at vera ov sein til stóru fagnaðarløtuna. Hon heldur í hesum døgum til á Fredensborg slotti. Tá ið hon fyrrapartin var á veg inn til Keypmannahavnar, endaði kongaligi bilurin í bíðirøð orsaka av ferðsluóhappi.
Alt spældi tó væl av, drotningin kendist vera í essinum, og hon skipaði fyri, tá ið tað varð rópt níggjufalt hurrá fyri føðingardagsbarninum.
Tað er framvegis rættiligt summarveður í Danmark, men eina løtu, meðan mannamúgvan bíðaði eftir, at klokkan skuldi sláa tólv, og tey kongaligu skuldu trína fram, var eitt lítið æl yvir danska høvuðsstaðnum.
Í kvøld verður føðingardagsveitsla á Christiansborg. Millum gestirnar verður Aksel V. Johannesen løgmaður.