Fólkini skulu uppí aftur dagpeningaskipanina

- Eg eri sinnaður at broyta dagpeningalógina beinanvegin, soleiðis, at tey, ið eru dottin úr skipanini, koma uppí aftur. Tað hevur ongantíð verið ætlanin, at nakar starvsbólkur yvirhøvur skuldi úr skipanini, sigur Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum

DAGPENGAR
Tá ið viðgerðin av broytingunum í dagpeningalógini var í tinginum seinasta summar, var ongin ivi um, at politiski viljin var at betra um umstøðurnar hjá teimum, sum vóru knýtt at hesi skipan. Um fyrireikingarnar í sambandi við nýggju dagpeningalógina hava verið ov vánaligar, ella um tingfólk hava sovið í tímanum, tá ið teir atkvøddu fyri hesu nýggju lógini ella eru vorðin skeivt kunnað, skulu vit ikki taka dagar ímillum. Men vit kunnu í øllum førum staðfesta, at hugsað hevur ikki verið um avleiðingarnar av broytingunum í lógini.
- Tað hevur ongantíð verið ætlanin, at fólk skuldu detta úr skipanini. Heldur tvørturímóti. Endamálið var at gera eina betri skipan fyri øll. Tað hevur ongantíð ligið í kortunum, at nakar starvsbólkur yvirhøvur skuldi úr skipanini. Arbeiðsbólkurin, sum arbeiddi við lógaruppskotinum, mælti til at varðveita hálvu tryggingina. Orsøkin til, at hálva tryggingin kortini fór út, var, at hildið var, at fólk vórðu umfatað av skipanini kortini, sigur Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum.
Hálva tryggingin, landsstýrismaðurin sipar til, var sambært gomlu dagpeningalógini, ætlað fólki, ið bæði høvdu B-inntøku og A-inntøku. Hví nýggja lógin ásetur eitt inntøkumynstur, sum sigur, at B-inntøkan skal svara til 75 prosent og A-inntøkan 25 prosent av allari inntøkuni, veit landsstýrismaðurin ikki at siga. Í samrøðum í blaðnum mikudagin og hósdagin við listafólk og sjálvstøðug arbeiðspláss hava vit víst á hesi viðurskifti. Listafólkini siga eitt nú, at tey ongan møguleika hava fyri at liva upp til inntøkumynstrið, sum lógin ásetur.

Lógin broytt
Nú landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum er vorðin kunnaður um, at fólk ótilætlað eru burturvíst úr dagpeningalógini, fer hann at síggja til, at hesi koma uppí aftur.
- Eg eri sinnaður at broyta lógina beinanvegin, soleiðis, at hesi fólk koma í skipanina aftur, sigur Sámal Petur í Grund, sum longu í dag leggur hetta fyri landsstýrið á fundi.
Almanna- og heilsumálastýrið er annars í ferð við at gera broytingar í dagpeningalógini í sambandi við Vanlukkutryggingarlógina, sum fer í tingið skjótt. Í løtuni fer størsti parturin av arbeiðsorkuni í Almanna- og heilsumálastýrinum til at fyrireika lógaruppskot, ið skulu í tingið áðrenn freistin er úti 5. mars. Tískil væntar landsstýrismaðurin ikki, at tær kunngerðir og reglugerðir, sum skulu gerast í sambandi við nýggju dagpeningalógina, verða gjørdar fyrr enn hetta arbeiðið er liðugt.

Burturvíst
Sum vit hava víst á í blaðnum seinastu dagarnar, hava broytingarnar, sum vóru gjørdar í dagpeningalógini seinasta summar, havt við sær, at nógv fólk eru burturvíst úr Sjálvbodnu Dagpeningaskipanini. Eitt nú listafólk, ið burturav arbeiða við listini, men sum eru noydd at hava annað arbeiði við síðuna av fyri at breyðføða seg og síni, og sjálvstøðug arbeiðspláss, har bert ein inntøkukelda er. Hesi fólk hava í nógv ár verið í Sjálvbodnu Dagpeningaskipanini og hava haðani verið tryggjað eitt útgjald, eru tey vorðin sjúk. Í broyttu dagpeningalógini hava tey eingi rættindi, eru burturvíst haðani og verða víst til forsorgarhjálp um so illa vil til, at tey verða sjúk. Hetta er ógvuliga mannminkandi og ósømiligt halda tey, ikki minst tá ið hugsað verður um, at hetta alt eru fólk, ið eru væl útbúgvin og sum í allar mátar royna og ætla at klára seg sjálvi. Og vit skulu hava í geyma, at Sjálvbodna Dagpeningaskipanin er ein trygging, hesi fólk sjálv hava tikið stig til at gjalda til, og skal ikki samanberast við eina almanna veiting.
Í gjár setti Annita á Fríðriksmørk, tingkvinna, skrivligan fyrispurning til landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum, um málið. Tingkvinnan vil hava at vita, hvussu nógv fólk hava fingið boð um, at tey eru koyrd úr dagpeningaskipanini síðani løgtingslógin nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku v.m. kom í gildi. Eisini vil hon hava at vita, hvør orsøkin er til, at tey eru koyrd úr skipanini, hvussu hesi fólk, sum eru koyrd úr skipanini, eru tryggjað inntøku, um tey gerast sjúk. Hon vil eisini hava at vita, um landsstýrismaðurin hevur orðað tær reglur og tær kunngerðir, sum í lógini standa at skula koma í gildi, og um ikki, nær hetta verður gjørt.