Svarið upp á viðferðina av Anfinni Kallsberg fáa vit frá Justinus Leivsson Eidesgaard blaðmanni í grein í Sosialinum 24.jan. 2004. Í eini sera væl skrivaðari og sakligari grein, ið øll, ið hava áhuga fyri politikki, áttu at lisið.
Tøkk fyri greinina Jústinus Leivsson Eidesgaard.
Øvund hevur mangan verið drívmegin til mangt ódámligt, og hetta er sjálvandi ikki fyrstu ferð, at polittikari hevur kent sviðan av øvund.
Til fólkatingsvalið í l939 varð Jóannes Patursson ikki uppstillaður av Sjálvstýrisflokkinum, sjálvt um hann hevði bestu møguleikarnar at verða valdur. Tað var tá, Vinnuflokkurin bjóðaði Jóannes Paturssyni at koma upp í flokkin. Jóannes Patursson tók av og bleiv formaður fýri hendan flokk, sum seinni bleiv til Fólkaflokkin. Flokkurin sum Anfinn Kallsberg í dag stendur á odda fyri.
Í sambandi við ráðagerðina ímóti Jóannes Paturssyni tekur skaldið Pól F. Joensen m.a. soleiðis til í heilsan til Jóannes Patursson:
Ov stórur fyri meðal menn / teir fata ei títt viki enn / tí vart tú burtur rikin / men Føroya fólk gav svarið nú / at eingin metist hátt sum tú / ið varð so illa svikin.
Hugsaði, tá ráðargerðin hjá feðgunum Kjartan og Høgna Hoydal í samband við lesarabrøvini frá London varð avdúkað, at hetta boðar ikki frá góðum. Báðir uttan iva serkønir í, hvussu ein politiskur mótstøðumaður verður fyribeindur. Undirgravandi arbeiðið fyri at fella eins egna løgmann má sigast at vera bæði ódámligt og óføroyskt.
At formaður Tjóðveldisfloksins hevur ilt við at góðtaka stóra munin millum tað álit hann og fólksins løgmanður Anfinn Kallsberg hava millum fólk, er skiljandi, men tað má vera eitt mark fyri, hvat fyri vápn verða nýtt í politiskum stríði.
Framferðarhátturin hjá Høgna Hoydal ímóti Anfinni Kallsberg er ein skamblettur í nýggjari politiskari søgu, ein skamplettur, ið føroya fólk seint fara at gloyma.
Í sambandi við leiklutin hjá Jóannes Eidesgaard og Lisbeth L. Petersen at skerja arbeiðsfrælsið hjá Anfinni Kallsberg soleiðis, at hann hvørki kann gerast løgmaður ella landsstýrismaður er at siga, at kanska hava tey sovið í tímanum. Tað sær nú út til, at Lisbeth L. Petersen er vaknað við kaldan dreym, og Jóannes Eidesgaard plagar eisini at vakna sum frálíður.
Eru vit í Føroyum komin niður á tað støði, at »keyptir« blaðmenn og politikarar yvirtaka uppgávuna hjá dømandi valdinum, so boðar hetta frá ófrættindum. Livst so spyrst.