Tað hevur vakt ans, at fjølmiðilin, Canarian Weekly hendan dagin skrivaði, at eitt nýstovnað flogfelag á Kanarisku Oyggjunum hevði keypt sítt fyrsta flogfar – og at tað var eitt flogfar frá Atlantsflogi.
Talan skuldi vera um eitt flogfelag, er so nýtt, at tað enn ikki er navngivið, men sum er stovnað við tí endamálið at tryggja streymin av ferðafólki til Kanarisku oyggjarnar.
Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, avsannar tíðindini, so talan er um falstíðindi
– Vit hava ikki selt nakað flogfar, sigur hon. Hon hevur annars hoyrt søguna, men tey hava kunnað um, at einki hald er í tíðundunum.
Hon sigur, at tey hava fýra flogfør, tvey Airbus 320 Neo og tvey onnur Airbus flogfør. Hon sigur, at sum frálíður er endamálið at felagið bara skal hava Airbus 320 Neo flogfør, og at hini bæði tískil skulu skiftast út.
Men í hesum korona tíðum, hava vit ikki hugsað so nógv um akkurát tað, og hóast vit koma at hava nógv tóm setur hesa tíðina, hava vit ikki selt nakað flogfar, sigur Jóhanna á Bergi.