Fýltust á brunatrygdini á Landssjúkrahúsinum

BRUNATRYGD Gongirnar á Landssjúkrahúsinum eru rýmingarvegir og eiga ikki at verða blokeraðir av songjarliggjandi sjúklingum og innbúgvi, sigur Brunaumsjón Landsins

Brunatrygdin á Landssjúkrahúsinum er ikki ílagi.
Tað staðfestir Brunaumsjón Landsins, sum hevur kannað brunatrygdina seinastu tíðina.
Petur á Lava Olsen, deildarstjóri á Brunaumsjónini, sigur, at seinastu tíðina hevur brunausjónin í nøkrum umførum kannað viðurskiftini á Landsjúkrahúsinum.
Og umstøðurnar vóru ikki nøktandi
- Á okkara vitjanum á Landssjúkrahúsinum hevur Brunaumsjónin staðfest, at av og á kemur tað fyri, at sengur við sjúklingum og ymiskt innbúgv stendur úti á gongdini á ymsum deildum
Men deildarleiðarin leggur afturat, at tað er øgiliga ymiskt, hvussu støðan er frá degi til dags.
- Tað er alt eftir umstøðunum. Viðhvørt er nógvar sengur og ymiskt innbúgv á gongini, men so minkar aftur, so hvørt, sum tað verður fordeilt.

Ikki blokerast
Petur á Lava Olsen sigur, at gongirnir eru rýmingarvegir og teir eiga at vera tøkir sum rýmingarleið í eini vandastøðu.
- Men eru teir partvís blokeraðir av sengrum og øðrum innbúgvi, undirgrevur tað gongina sum rýmingaleið, sum hann tekur til.
Hann sigur, at hinvegin hevur sjúkrahúsið greitt frá, at gongirnir eru ikki bara rýmingarvegir.
- Gongirnar hava fleiri funktiónir, tí teir eru eisini sjúklingamóttøka og teir skulu somuleiðis rúma matvognum, umframt flutningi av klæðum og øðrum.
Sjúkrahúsið staðfestir eisini, at viðhvørt verða sjúklingar innalgdir í rendum og tí slepst ikki undan, at teir verða lagdir í gongini sum eina bráðfeingisloysn.
Men talan er ikki um varandi loysnir, leggur hann afturat.

Broyta mannagongdir
Deildarstjórin á Brunaumsjónini sigur, at hinvegin er leiðslan á Landssjúkraúsinum farin at kanna, hvussu mannagongdir kunnu broytast fyri at avmarkað mest møguligt, at sengur og annað innbúgv stendur í gongini.
Petur á Lava Olsen sigur, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum tekur trupulleikan til sín og fer at gera mannagongdir so at gongirnir í mest møguligan mun verða opnir sum rýmingarleið.
Hann sigur, at ein partur av hesum verður at at gera mannagongdir so at innbúgv av ymsum slagi ikki verður tikið inn á eina deild, fyrrenn akkurát tá ið tað er brúk fyri tí á deildini.
Hinvegin ásannar hann eisini, at tað ber ikki til at krevja, at sengur og innbúgv ongantíð skulu vera á gongini, tí hóast talan er um rýmingarvegir, kann tað henda ávísar tíðir, at tað eru onnur atlit, sum viga hægri, eitt nú, tá ið sjúklingar verða innlagdir og ongin stova er tøk akkurát tá.
- Í slíkum førum má tað góðtakast, at gongirnar verða upptiknar í avmarkaða tíð, sigur Petur á Lava Olsen.