Sakførarin hjá Johan Dalsgaard, danski Thorkild Høyer, hevur nú sent tvær bumbur inn í Fiskimálaráðið.
Hann sigur í dag í einari kæru til Fiskimálaráðið, at tað valið, sum Búnaðarstovan gjørdi, tá ið hon valdi hægst bjóðandi uppá festið í Fámará, er ósakligt, og stríðir ímóti føroyskari siðvenju, tá ið umræður festir. Sambært sakføraranum skal valið tí gerast av nýggjum, og Johan Dalsgaard skal yvirtaka festið. Sakførarin sigur, at siðvenja í Føroyum hevur verið, at ein samla mynd verður gjørd av møguligum festarum, og síðani verður tann best egnaði valdur. Sambært sakføraranum er tann við hægsta boðnum ikki egnaður sum festari.
- Hann hevur víst, at hann ikki er egnaður. Hann hevur áður verið festari í Fámará, og tá fór hann frá staðnum við einari milliónaupphædd í skuld, og við jørð og bygningum, sum vóru í sera vánaligum standi, sigur sakførarin í kæruni.
Haraftrat sigur hann, at skeivleikar vóru í auktiónini, og teir vóru so stórir, at auktiónin má metast at vera ógyldug, og tí skal gerast á nýggjum.