ÍF misti á stokkinum

Trý reyð kort vóru partur av undirhaldinum, tá ið fyrrverandi ÍF spælarin í AB í evstu løtu javnaði til 1?1

Áskoðarafjøldin boðaði frá, at talan var um týdningarmikla uppgerð. Ikki so fá vóru komin úr Fuglafirði, og argjafólk eru so smátt farin at skilja, at tey eiga eritt fótbóltslið, sum er á veg ímóti toppinum.
Heimaliðið levði bragdliga fyri, og álopsspælararnir báðir, Eyðun Samuelsen og Jan B. Jørgensen høvdu møguleikar at gera mál, men teir høvdu ikki eydnuna við sær.
Gestirnir fótaðu sær, og teir fingu fulla úrtøku burturúr fyrsta møguleikanum, sum teir spældu seg til. Eftir uppspæl í høgru og innlegg frá Atla Petersen fekk Hanus Eliasen úr stuttari fjarstøðu møguleikan, og hann sveik ikki men skoraði til 0?1.
ÍF leiðslumálið hevði við sær, at heimaliðið eina løtu fór niður við nakkanum. Nú var tað ÍF, sum spældi seg til møguleikar, men kortini kom einki mál afturat undan steðginum.
Seinna umfarið hevði ikki sama leikliga støðið, sum hevði verið í 1. hálvleiki. ÍF kendi sjálvandi ikki ábyrgd fyri at skapa undirhald, og AB megnaði ikki at skipa álopsspæl.
Seinna partin av 2. hálvleiki gjørdist trýstið ímóti ÍF málinum alt meiri støðugt, og tað eydnaðiast AB, ið hevði Pætur Dam Jacobsen sum stýrimann á miðvøllinum, at javna, tá ið seinna umfarið var 47 minuttir gamalt. Innkast varð tveitt í brotsteigin, bólturin datt fyri føturnar á Jan B. Jørgensen, sum í fjør var besti ÍF málskjúttin, og hann minti fuglfirðingar á, at máltevinum framvegis einki bilar. Jan skoraði, og harvið fingu báðir partar eitt stig.
Ónollur skemmaðu síðstu løtuna. AB verjuspælarin Magnus Jacobsen sá reytt, tá ið hann við skumpi vildi vísa dómaranum sína misnøgd, og eftir at AB hevði javnað sóu tveir afturat reytt. AB verjuspælarin, Bernhard Petersen, fekk fyrst gult kort fyri at drála ov leingi, tá ið hann skuldi skjóta málspark. Hann gav til kennar, at hann ikki var samdur við dómaran, sum aftur tók gula kortið úr lummanum, og harvið noyddist Bernhard av vøllinum. Og John Thomsen hjá ÍF sá eisini reytt í síðstu løtu, tá ið dómarin fyri aðru ferð hevði víst honum gula kortið.

2. deild
AB?ÍF 1?1 (0?1)
0?1: Hanus Eliasen
1?1: Jan B. Jørgensen