Í fínasta lagi at vinna pening

Bjarni A. Bjarnason
nevndarformaður, Partafelagið Vágatunnilin
 
Bergur í Garði
Nevndarformaður, Partafelagið Norðoyatunnilin

Neyvan nakar er ímóti, at fjølmiðlar vísa leiðarum í ymsum fyritøkum áhuga, men tá áhugin byrjar at líkjast forfylging, er ovboðið. Í so máta er fjølmiðladekningurin av stjóranum í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum nú farin út um mark. Tað er í lagi, at fólk, sum gera eitt gott arbeiði, fáa góða løn

Seinastu dagarnar hevur Útvarp Føroya valt at varpa ljós á lønarviðurskiftini hjá Dávid Reinert Hansen, stjóra í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum. Miðlarnir hava sjálvsagdan rætt at fremja journalistisk val, men tá áhugin hjá miðlunum byrjar at líkjast forfylging, er neyðugt at tala at.
Í fyrsta lagi er vert at leggja sær í geyma, at um vit í Føroyum vilja hava skikkað fólk at loysa krevjandi uppgávur, mugu vit vera til reiðar at gjalda fyri tað.
Í hesum førinum skal undirstrikast, at stjórin, sum hevur verið á breddanum, er væl skikkaður og hevur servitan, og hann loysir uppgávur sínar á fullgóðan hátt. Harumframt er stjórin settur í eitt tíðaravmarkað starv, og tá er púra vanligt, at lønin er nakað hægri enn í føstum størvum.
Stjórin í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum arbeiðir fyri privatar fyritøkur, sum sjálvar taka avgerð um, hvussu starvsfólkini í fyritøkunum skulu lønast. Harvið er talan um starvssetanir, ið eru leysar av almennum lønarviðurskiftum.
Mest týðandi er, at vit í Føroyum tola, at fólk vinna pening. Tað er einki forgjørt ella ólógligt í at vinna pening. Gert tú eitt gott arbeiði, er í fínasta lagi, at tú fært góða løn. Fjølmiðlarnir eiga at vera teir seinastu at renna ørindi fyri tey, sum seta jantelógina hægst.