Fínasta veður um vikuskiftið

Eitt djúpt lágtrýst við suðurgrønland og tað tilhoyrandi brúgvalagið úr Íslandi til Skotlands fer í ein landsynning. Samstundis mennis eitt hátrýst ímillum landsynningsgrønland og Ísland. Tað merkir, at Føroyar enn fara at liggja í einum køligum til køldum streymi av landnyrðingi og eystri, meðan brúgvaløgini halda seg sunnan fyri Føroyar.

 

Í dag verður lot til andøvsgul av landnyrðingi, sum snarar í ein landsynning og øtlar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur turt, men skýggjað og hitin um 5 stig. Leygarnáttina øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk av eystri, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað, men fyri tað mesta turt og hitin millum 2 og 5 stig.

 

Leygardagin verður gul til stívt andøvsgul av eystri, sum snarar í ein landnyrðing, 5 til 10 m/s, og í støðum øtlar upp í strúk í vindi, 13 m/s. Yvirhøvur turt og einans okkurt einkult æl. Hitin um dagin um 5 stig, um náttina millum 2 og 5 stig.

 

Sunnudagin verður gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin um dagin um 6, 7 stig, um náttina niður í 3 stig.

 

Mánadagin verður gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi og norðri. Sólglottar, men yvirhøvur turt. Hitin um dagin um 6, 7 stig, um náttina millum 2 og 5 stig.

 

Týsdagin verður gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og okkurt ælið, møguliga vátaslettingur. Hitin alt samdøgrið millum frostmarkið og 5 hitastig.

 

Mikudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s. Rættiliga skýggjað og vátaslettings- ella kavaæl. Hitin alt samdøgrið millum frostmarkið og 3 hitastig.