Bilasølan Nordcar læt herfyri tann fínasta BMW, sum nakrantíð er seldur í Føroyum.
Talan er um ein BMW 730d við allari hugsandi útgerð, sum varð seldur til bilafyritøkuna Bilrøkt í Havn.
Bilurin er á tremur við allari hugsandi úrgerð sum t.d. 4. zonu aircondition, head up display, telefoni við tráðleysari løðing, avtive protection fyri fótgangarar. Hann hevur kolfibur karrossarí, sum ger hann munandi lættari í mun til støddina á bilinum.
Motorurin er ein 6 syl. 3.0 turbodiesel við 265 hk og snúningsmomenti upp á heilar 620 Nm við 2.000 snún/min. Bilurin koyrir frá 0-100 upp á 5,8 sekund og toppferðin er 250 km/t.
BMW 700 varð kosin heimsins besti luksusbilur av “World Car of the Year 2016”.
-Hesin BMW 730d skal nýtast til limousinukoyring. Seinastu mongu árini hava vit havt nógva koyring í sambandi við t.d. almennar vitjanir og tá ymisk stór tiltøk eru á skránni. Nú hava vit tað besta av tí besta at bjóða okkara kundum, sigur Jákup á Borg stjóri í Bilrøkt.
Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/