Fótbóltur
Tað gongur sína gongd í næstbestu deildini. Bæði í toppinum og í botninum. Hetta umfarið var eyðkent av, at ikki færri enn 24 mál vórðu skorað í teimum fimm dystunum ella næstan fimm mál í miðal.
B68, sum longu frammanundan hevði tryggjað sær uppflytingina, vann við 3-0 sigri á SÍ, gullkrónurnar. Líkindini vóru einki serlig á Svangaskarði, har SÌ hevði sera lítið at bjóða uppá. Hetta var eftir øllum at døma ikki dysturin, sum teir dúvaðu uppá skuldi tryggja teimum undan niðurflyting.
Jann Ingi Petersen sendi fríspark úr stórari fjarstøðu í vinstru beinleiðis í málið, Dánial Hansen umsetti innlegg úr høgru frá Alex Troleis til mál, og tíggju minuttir undan dystarenda staðfesti Kristian Anton Andreasen sigurin, eftir at innskifti Jónleif Højgaard hevði átti næstsíðsta fótin á.
ÍF og FSV04 eru í tættari kapping um seinna uppflytingarplássið. Bæði liðini fingu fult. Vágamenn áttu torføraru uppgávuna, tá ið teir spældu ímóti HB í Gundadali. FSV04 vann 2-0 ímóti blaðunga HB liðnum, sum tóktist resta meiri royndan stýrimann.
Gunnar Haraldsen skoraði til 1-0 tíðliga í 1. hálvleiki eftir hornasparksinnlegg, og fram ímóti dystarenda økti Jógvan Holm til 2-0 eftir gott innlegg úr vinstru frá Sigtóri Petersen. Sigurin var serliga kærkomin, tí FSV04 mesta partin av 2. hálvleiki var undirmannað.
ÍF vann trivaligan sigur á NSÍ, men tað tók sína tíð, áðrenn fuglfirðingar fingu málini. NSÍ hevði havt bóltin í ÍF málinum, áðrenn Jan Ellingsgaard setti hol á. NSÍ málverjin var ikki sakarleysur í tí støðuni. Stutt undan steðginum økti Atli Petersen við góðum skoti av brotsteigarmarkinum, og síðstu sjey minuttirnar skoraði ÍF trý mál afturat.
Nú leygardagin fara ÍF og FSV04 at spæla í Sandavági. Úrslitið í tí uppgerðini verður rættuliga avgerandi fyri uppflytingina.
TB og B36 hava seinastu vikuna spælt tvær ferðir. TB hevur vunnið báðu ferðirnar, men tá ið teir næstsíðsta leygardag vóru í Gundadali, stóð nógv á, áðrenn TB í evstu løtu skoraði sigursmálið til 2-1. Á Sevmýri leygardagin var eingin ivi. B36 hevði eitt skot upp á mál, og stóri maðurin hjá TB var Olivur Abrahamsen, sum skoraði fýra ferðir. Hann gjørdi eisini bæði málini næstsíðsta leygardag.
Í Leirvík hevði KÍ lítið at bjóða uppá, hóast Stefan Kalsø eftir horna legði klaksvíkingar framum. Andreas Lava Olsen skoraði tríggjar ferðir fyri LÍF, KÍ veteranurin Arnhold Joensen skoraði tvær ferðir, umframt at hann var við í uppspælinum til fleiri av hinum málunum, og liðformaðurin Sølvi Vatnhamar skoraði eina ferð. Adrian Joensen plagar at teljast millum LÍF málskjúttarnar. Hann noyddist tíðliga av vøllinum, tí hann var skaddur.