ÍF og Sí gjørdu sínar skyldur

Fuglfirðingar og sørvingar vunnu á ávíkavist Fleyr og Fram.

Flogbóltur

Tað var ikki annað enn væntað at ÍF vann á Fleyr á Kambsdali sunnudagin.
Fleyr kom norður á Kambsdal við ongum stigi, meðan fuglfirðingar stríðast við Mjøln og partvíst SÍ um FM-heitið.
ÍF lat ongan iva verða um, hvør tað betra liðið var sunnudagin. Úrslitið gjørdist ein greiður 3-0 sigur til ÍF. Fleyr megnaði ongantíð at hótta ÍF.
Fyrsta sett vunnu fuglfirðingar 25-13. Annað sett vann ÍF 25-12. Í triðja setti fekk ÍF meira mótstøðu, men settið og sigurin var ongantíð í vanda, settið endaði 25-19.
ÍF er nýtt oddalið í meistaradeildini hjá monnum við 9 stigum, tað er tvey meira enn Mjølnir , men tó hevur ÍF leikt ein dyst meir enn Mjølnir, meðan Fleyr hinvegin enn hevur fyrstu stiguni tilgóðar hettar kappingarárið.
SÍ hevur staðið seg væl í seinastuni og seinasta vikuskiftið vann liðið Mjølnir-kappingina. Sunnudagin hevði SÍ vitjan av botnliðinum Fram. SÍ, sum er ein av outseidarunum til FM-heitið, vann sera sannførandi 3-0. Fyrsta og annað sett vóru sera lík, og við SÍ sum vinnara, settuni endaði 25-19, 25-18 til SÍ. Triðja sett vunnu sørvingar sannførandi 25-9. SÍ eru við sigrinum framvegis á triðja plássi við 6 stigum.