KappróÐur
Jóanes Hansen
5?mannafør gentur:Nýggja 5?mannafarið í Klaksvík við gentumanning hevur ongantíð roynt annað enn at vinna. Soleiðis sum tað hevur lagað seg í teimum fýra FM kappingunum, sum higartil hava verið í ár, so er eingin sum helst ivi um, at Fípan Fagra fer at vinna FM heitið.
Spurningurin er heldur, um tað fer at eydnast hjá teimum umborð á Fípuni at fara ósigraðar úr hesum kappingarárinum. Aftur í Hvalvík var munurin aftur til næstfremsta bátin ikki so ógvuliga stórur, men sigurin tóktist ongantíð at vera í vanda.
Fípan legði seg fremst í fyrstu tøkunum í startspurtinum. Blikur av Argjum royndi at fylgja við, og tær gjørdust tær drúgvastu í kappingini um næstfremsta plássið. Á málinum vóru tær bara ein stóran skut ella eina evarska lítla hálva bátslongd aftanfyri Fípuna Føgru, og spurningurin er, um Blikur fer at megna at gera nakað við Fípuna í Sørvági ella á ólavsøku.
Munurin aftur til nýggja Sílið á triðja plássinum var meiri enn ein bátslongd. Tjaldrið fylgdi væl við, meðan Ørnin á fimta plássinum var meiri enn tvær bátslongdir aftanfyri Tjaldrið.